Fiskurin skal framleiðast og virðisøkjast í Føroyum

16. august 2015



Handilssáttmálin við ES og Hoyvíkssáttmálin skulu endurskoðast og dagførast soleiðis, at teir ikki forða okkum í at framleiða og virðisøkja framleiðslu okkara í Føroyum og harvið skapa virksemið í landinum.

Herfyri hoyrdu vit um føroyskt virkið, ið noyddist at flyta framleiðslu sína til Týsklands, tí handilssáttmálin millum Føroyar og ES forðaði virkinum í at framleiða og virðisøkja fiskavørur sínar í Føroyum.

Alt gott um tað, at føroyingar seta á stovn virkir uttanlands, men tað skal vera tí at føroyskir íleggjarar sjálvir velja tað, og ikki tí at millumtjóða sáttmálar noyða føroyska framleiðslu og arbeiðspláss av landinum.

Sáttmálin við ES má tí endurskoðast, soleiðis at vit ikki bert fara at virka sum rávøru framleiðari og leverandørur, men eisini fáa atgongd til ES-marknaðin við lidnum vørum, sum eru framleiddar og virðisøktar í Føroyum. Hetta fer bæði at skapa meira arbeiði í Føroyum og at økja um føroyska útflutningsvirðið.

Heldur ikki Hoyvíkssáttmálin virkar sambært endamálinum. Endamálið við Hoyvíkssáttmálanum var at gera eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og Ísland, har Føroyar og Ísland skuldi verða eina vøru- og tænastu marknaður, men hetta hevur ikki víst seg at virka eftir ætlanin. Føroyar hava verið fullkomiliga opnar fyri íslendskum vørum og tænastum, meðan føroyingar ferð eftir ferð møta forðingum, tá ið føroyingar skulu á íslendska marknaðin við sínum vørum og tænastum. Hoyvíkssáttmálin má tí eisini endurskoðast og dagførast soleiðis, at hann verður líka fyri báðar partar.

Handilssáttmálar og fríhandilsavtalur eiga ikki at leggja forðingar í vegin fyri føroyingum at koma á útlendskar marknaðir við sínum vørum og tænastum. Handilssáttmálar og fríhandilsavtalur skulu lata útlendskar marknaðir upp fyri føroyskum vørum og tænastum.

At dagføra ES-sáttmálan og Hoyvíkssáttmálan eigur tí at fáa hægstu raðfesting í samgonguskjalinum hjá komandi samgongu.

Eg fari tí at heita á teg um at fara á val tann 1. september og seta kross við Sambandsflokkin.

Vinjard Johansen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið





RN


Aftur