Føroyskt fyrst – síðani hini málini

16. august 2015



Móðurmálið er avgerandi fyri samleikan hjá okkum menniskjum. Tað er gjøgnum móðurmálið, at vit læra at seta orð á, hvørji vit eru og arbeiða fram móti okkara málum. Tá vit mangla orð, kunnu vit ikki úttrykkja okkum, og hetta kann elva til stórar persónligar trupulleikar.

“Eg trýstaði á tann gul knapp, so tú doyð, og so livaði tú upp aftur”. Nakað soleiðis hoyrdi eg eitt barn greiða einum øðrum frá í SMS. Barnið var umleið 10-12 ára gamalt. Tíbetur duga tey flestu betri enn í døminum.

Men tað er ein sannroynd, at gerandisdagurin hjá børnum og ungum er merktur av útlendskum máli. Tey síggja útlenskt sjónvarp, spæla útlendsk telduspøl og hoyra útlendskan tónleik. Av tí sama kemur lættliga bland í føroyska og útlendska málið, og tí hoyrast smá børn ofta spæla á donskum og/ella enskum. Málførleikar eru týdningarmiklir, men tað er umráðandi, at barnið fyrst hevur eitt grundleggjandi móðurmál at taka støðið í.

Nýggj kanning vísir, at tað, at lesa fyri børnum, skapar virksemi í heilanum hjá teimum, sum ger tey betri før fyri at læra at lesa umframt at visualisera, tað vil siga at skapa myndir í heilanum, ella ímynda sær tað, tey lesa, sum eisini er treytin fyri, at tey tíma at lesa. Tá børn hoyra søgur, læra tey at nýta málið á ein fjølbroyttan hátt.

Fyrsta treytin fyri, at eitt barn lesur, er, at nóg mikið av tilfari er at lesa. Bókadeildin, sum gevur út bøkur til børn og ung, ger eitt megnararbeiði við lítlari játtan. Seinastu árini hevur Bókadeildin verið noydd at skerja útgávutalið av bókum til ung. Fyri fáum árum síðani komu 8 ungdómsbøkur út árliga. Seinastu árini hevur játtanin bert rokkið til fýra. Hetta talið er sera lágt, tá hugsað verður um, at ein góður lesari lesur fýra bøkur um mánaðin. Ungdómsbøkur eru tær, sum eru kostnaðarmiklast, og tí tær, sum fyrst verða spardar burtur. Við verandi játtan er neyðugt, at velja frá, fyri at tryggja eitt breitt úrval til allar lesarar.

Bókadeildin gevur eisini út barnablaðið Strok. Børnum og ungum dámar sera væl blaðið, men av tí at blaðið partvís verður fíggjað av lýsingum, hevur verið neyðugt at skerja árligu útgávurnar og blaðsíðutalið, og er tað óheppið, tí hetta er einasti miðilin av sínum slagi til málbólkin og eitt gott alternativ hjá teimum, sum ikki megna at lesa heilar bøkur.

Bøkur skapa lesarar og kunnleika til málið og lærugreinir. Tí er umráðandi at føroyskt tilfar er tøkt at nøkta eftirspurningin.

Ynskja vit at varðveita føroyska málið, er fyrsta treytin, at nóg mikið av tilfari er á føroyskum til børn og ung, sum eru tey, ið bera málið víðari.

Gitte Klein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur