Vælvirkandi heilsuverk fyri okkara borgarar

16. august 2015



Heilsuverkið er eitt av fundamentunum undir okkara vælferðarsamfelag, og soleiðis skal tað eisini verða framyvir, við neyðugum dagføringum og útbyggingum.

Heilsuverkið skal altíð vera ført fyri at veita skjóta og góða sjúkraviðgerð til tey menniskju, sum hava brúk fyri hjálp.

Sjúkrahúsini
Vit hava 3 sjúkrahús í dag, og tað skulu vit framhaldandi hava, sum eina eind, ið gevur okkara borgarum skjóta og góða tænastu. Hetta merkir, at er long bíðitíð til at fáa sjúkraviðgerð á einum sjúkrahúsi, so skal viðgerðin kunna veitast á einum av hinum sjúkrahúsunum.

Ríkisfelagskapurin tryggjar okkum harumframt atgongd til Ríkissjúkrahúsið og onnur sjúkrahús í Danmark.

Fyri at borgarar okkara kunnu uppliva, at vit hava eitt vælvirkandi heilsuverk, skulu tey fáa tíð hjá lækna so skjótt sum til ber, og tíðin til at fáa sjúkraviðgerð eigur, um tað er gjørligt, at koma niður á ein til tveir mánaðir.

Hesum vil eg arbeiða fyri og hetta er ein partur av valskrá Sambandsfloksins.

Kommunulæknaskipanin
Kommunulæknaskipan er ein vælvirkandi skipan, trupulleikin í hesi skipanini í dag er, at tað eru so fáir fastir kommunulæknar, og tí eru so nógv kommunulæknastørv manna við vikarum, sum bara eru í starvi í eina stutta tíð.

Vónandi kemur skipanin við Heilsudeplum at hava við sær, at vit fáa fleiri fastar kom- munulæknar í starv, til gagns og trygd fyri borgaran.

Heimasjúkrasystraskipan og ambulansatænastan
Ein partur av heilsuverkinum eru hesar neyðugu trænastur, sum eru ein trygd og neyðug hjálp fyri tey sjúku, sum eru heima, antin tí tey bíða eftir at sleppa framat í sjúkrahúsinum, ella eru komin heimaftur aftaná sjúkraviðgerð o.s.v. - og her veita heimasjúkrasystrarnar eina fantastiska hjálp, runt um í Føroyum.

Og fyri allar borgarar er tað alneyðugt, at vit hava eina ambulansatænastu, sum er klár at veita hjálp, allar tímarnar í døgninum.

Raðfesting
Eg vil virka fyri, at heilsuverkið verður raðfest frammalaga, og at pengar vera settir av á fíggjarlógini, til okkara heilsuverk, so vit fáa eitt gott og dagført heilsuverk, sum kann veita okkara borgarum góðar og skjótar sjúkraviðgerðir. Og at øll tey mongu starvsfólkini, sum her dagliga veita okkara sjúku eina fantasktiska góða tænastu, kunnu trívast og mennast í teirra arbeiði.

Alfred Olsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur