Eitt samfelag fyri okkum øll

16. august 2015



Til løgtingsvalið tann 1. september 2015, bjóði eg meg fram sum valevni Sambandsfloksins.

Tað er ein sannroynd, at landspolitikkur hevur ligið í skugganum av persónsmálum seinastu tíðina. Hesi mál hava sogið megina úr tí politiska arbeiðinum, og viðurskifti, sum hava nógv størri týdning fyri samfelagið, hava lítlan og ongan ans fingið.

Lýsingin av, hvussu okkara virðismikla tilfeingið verður umsitið, sum Kringvarp Føroya gjørdi á heysti 2014, hevur givið okkum øllum nakað at hugsa um - og ikki júst við eini kenslu av rættvísi.

Í komandi valskeiði, skal ein nýskipan av fiskivinnuni setast í verk, og einki er at ivast í, at hesin dysturin verður ikki lættur. Sterkar konservativar kreftir í ávísum flokkum, fara at gera tað sera trupult at koma á mál.

Eg eri, saman við Sambandsflokkinum, til reiðar at samstarva - tvørtur um floksmørk - saman við ábyrgdarfullum polittikarum - at seta í verk eina burðardygga skipan, sum kann verða ein tryggur og støðugur karmur um vinnuna og sum tekur grundfest samfelagslig atlit. Tað er okkara skylda at finna fram til eina skipan, sum bæði vinnan og samfelagið fáa gagn av.

Góðir karmar um vinnulív okkara, er ein fortreyt fyri menning og vøkstri í samfelagnum. Men mark er fyri, hvussu frí og óregulera vinnan kann virka. Tað er mín greiða fatan, at "ultraliberali" politikkurin hjá Fólkaflokkinum, hevur fingið alt ov stórt rúm í seinasta samgonguskeiði, og vanlig menniskjaslig virði, og samfelagsatlit hava verið gloymd.

Eg fegnist ikki yvir "flatskattaskipanina" og nútíðarskatting av pensiónsuppsparingum.
Hetta stevnumið, sum var lagt, var eftir mínari fatan skeivt, og hevur ikki tann virkna , sum spátt var um. Av tí, at vit ikki hava eitt fastlæst býtið av skatti millum land og kommunur, rakti skattalættin bara tey við teimum hægstu inntøkunum, og hava vit tí skapt eina stóra gjógv millum borgarar í landinum og eitt hol í landskassan.

Vit hoyra í dag um, at talið á børnum, sum livað í lutfallsligum fátakradømi er stórt í Føroyum, eins og vit síggja, at stórur eftirspurningur er eftir hjálpini, sum felagskapurin, "Í menniskjum góður tokki" letur á hvørjum ári. Hetta ber prógv um, at skipanirnar, ið skulu tryggja at borgarar ikki enda í eini slíkari støðu, ikki virka, men verulig átøk frá polittiskari síðu, síggja vit einki til.

Hóast vit seta øll met í útflutningi, lønargjaldingum og lágum arbeiðisloysi, røkka endarnir ikki saman hjá landskassanum og einum parti av lønmóttakarunum. Tað er eyðsæð, at vit hava ein "strukturellan" trupuleika í skatta- og avgjaldsskipanum okkara. Avleiðingin av hesum er, at vit hvønn dag senda eina vanvirðiliga rokning til eftirkomarar okkara at gjalda.

Broyting skal í landspolitikkin, og nú er stundin komin, har hesi mál veruliga verða sett á politisku dagsskránna.

Saman skulu vit byggja eitt samfelag við rættvísi og rættartrygd sum grundarlagi - har vinnulív og borgari virka í samfelag.

- Eitt samfelag fyri okkum øll!

Heini Fosaa
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur