Búskaparmenning

17. august 2015



Føroyski búskapurin kann sveiggja nógv og tí er neyðugt at føra ein fíggjar- og búskaparpolitikk, sum skapar stabilitet og langtíðarjavnvágir. Vit eiga at ansa eftir rakstrarútreiðslunum hjá landskassanum, soleiðis at hesar ikki vaksa meira enn hægst neyðugt, og sum inntøkur eru til.

Í góðum tíðum eigur landskassin at halda aftur við útreiðslum, meðan landskassin í ringum tíðum eigur at fremja virksemisskapandi íløgur o.a.

Vit eiga at gjalda niður skuld, tí skuldin er tyngjandi fyri okkum, og svarar til at seta okkara frælsi í pant – skuldin er í løtuni yvir 6 mia.kr. brutto. Harafturat koma rentuútreiðslur av skuldini uppá einar 120 mió.kr. árliga. Eydnast okkum at tálma rakstrinum og gjalda niður skuld, so eru góðir møguleikar fyri at gera fleiri almennar íløgur – íløgur, sum samfelagið hevur fyri neyðini og sum tí eisini fara at gagna okkum øllum.

Seinastu árini hevur gingið framá í føroyska búskapinum, og tað er gott, men eisini neyðugt. Arbeiðsloysið er sera lágt í løtuni. Flestu vinnugreinar hava framgongd, og hetta stimbrar búskapargongdina. Henda góða gongd eigur at halda fram og økjast enn meiri, og tað kunnu vit gera við m.a. at syrgja fyri, at vinnan fær langtíðartryggjaðar karmar, soleiðis at hon kann leggja ætlanir fram í tíðina.

Sjálvt um gongdin er góð nú, so vísir Búskaparráðið á, í eini av síni frágreiðingum, at búskaparliga haldførið í almenna geiranum er vánaligt. Hetta er nakað, sum eigur at verða tikið í størsta álvara, tí tað er ikki nóg gott, at tað gongst væl í dag, tá vit vita, at stórar búskaparligar avbjóðingar liggja fyri framman næstu árini. Her mugu tøk takast og neyðugt verður at gera tillagingar og á øllum økjum í samfelagnum, og nýskipanir, sum tosað hevur verið um í áravís muga gerast veruleiki nú.

So eitt nývalt løgting eigur beinanvegin at leggja eina langtíðarætlan, sum tekur hædd fyri teim avbjóðingum, sum m.a. Búskaparráðið vísir á. Leggjast eigur upp til at fáa eina breiða undirtøku fyri hesum, til tess at kjølfesta ætlanina so væl sum til ber.

Gott val!

Magnus Rasmussen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið



RN


Aftur