Lesandi í Føroyum og teirra umstøður

17. august 2015



Lestraríbúðir
Vit ynskja at talið av lesandi í Føroyum skal vaksa. Skal tað eydnast er umráðandi at betra um íbúðarmøguleiarnar hjá lesandi. Sambandsflokkurin fer tí komandi árini at leggja upp til samstarv millum land, kommunur og Bústaðir, sum skal tryggja at ferð beinanveg verður sett á lestraríbúðarbygging.

Lestraríbúðirnar skulu verða hóskandi og liggja sentralt í mun til lestrarstað. Men tað týdningarmesta er, at samsvar er millum leiguprísin og lestrarstuðulin, soleiðis at korini hjá lesandi eru nøktandi.

Útbúgvingartilboð
Talið av lesandi í Føroyum er vaksið nógv seinastu árini. Útboðið av útbúgvingum er eisini vaksið. Hetta er í trá við útbúgvingarpolitikkin hjá Sambandsflokkinum. Vit ynskja eisini at talið av lesandi skal vaksa uppaftur meir komandi árini. Í tí sambandi er týdningarmikið at útbúgvingartilboðini gerast enn fleiri.

Vit meina, at tað hevur týdning at útboðið av útbúgvingum er fjøltáttað bæði innan yrkisútbúgvingar, styttri vinnurættaðar útbúgvingar og hægri útbúgvingar á bachelor – og masterstigi.

Tá nýggj útbúgvingartilboð verða boðin út, eiga vit bæði at hugsa um, hvør tørvurin er í samfelagnum og hvat ungdómurin hevur bestan hugin at lesa.

Harumframt er umráðandi at okkara lærustovnar samstarva við lærustovnar uttanlands, soleiðis at lesandi kunnu taka partar av útbúgvingini aðrastaðni ella á netinum, um neyðugt.

Eitt nú útbúgvingar innan framleiðslu og góðsking av fiskavørum, marknaðarføring, ferðavinnu og búskap eiga at verða raðfestar.

Sambandsflokkurin heldur tað verða eitt realistiskt mál at seta, at talið av lesandi í Føroyum skal tvífaldast komandi 10 árini.

Tilknýtið hjá lesandi uttanlands
Vit ynskja at ung í Føroyum skulu hava góðar møguleikar at lesa um allan heim. Í tí sambandi ynskja vit at varðveita teir stuðulsmøguleikar, sum eru í dag við SU, ÚSUN og ferðastuðli.

Tað hevur týdning, at lesandi støðugt hava tilknýtið til heimlandið í lestrartíðini, so sannlíkindini fyri at tey koma aftur er so stórur sum gjørligt. Tí skal ferðakostnaðurin verða so lágur, soleiðis at lesandi kunnu koma heim við jøvnum millumbilum.

Politiskt vilja vit m.a. stuðla tiltøkum, har lesandi uttanlands kunnu koma í samband við føroyskar vinnufyritøkur, stovnar, kommunur og onnur, sum tað kann hava týdning fyri lesandi at hava tilknýtið til, bæði í samband við lesnaðin og tá viðkomandi seinni skal útvega sær arbeiði.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur