Ein fólkaskúla í heimsflokki

17. august 2015



Ført hevur verið fram í miðlunum, at skúlin er sleptur upp á fjall. Hetta er ikki so - tí stór stig eru seinastu fýra árini tikin at menna fólkaskúlan. Harumframt er játtanin til økið hækkað:

                                              Játtan 2011       Játtan 2015
Fólkaskúlin                              278 mió kr.          295 mió kr.
Sernám                                    63 mió kr.            69 mió kr.
Stuðul til lesi- og skriviveik       574 t.kr.            1.500 t.kr.
Tilsamans                                342 mió.kr.      365 mió.kr.

Førleikastovur
Eitt av stóru stigunum er, at Førleikastovur við serútbúnum lærarum eru skipaðar á øllum stórum og meðalstórum skúlum, og at skipanin eisini virkar í smærru skúlunum.

Førleikastovan skal tryggja næmingalagaða undirvísing til allar næmingar, og at serútbúgvin hjálp er í nærumhvørvinum, so setast kann inn frá fyrsta skúladegi um neyðugt.

Lesivegleiðara, serlærarar, AKT-lærarar og orblindalærarar eru knýttir at Førleikastovuni og í næstum verður hon víðkað við støddfrøðivegleiðarum eisini.

Sernám
Sernám er uppraðfest við sálarfrøðingi, so bíðitíðin hjá næmingum til sálarfrøðiliga hjálp og eygleiðing verður stytt úr 2-3 árum í 6-3 mánaðir.

Eftirútbúgving, ískoytisútbúgving og skeið
Í samgonguskeiðnum hevur fyri fyrstu ferð borið til hjá lærarum og námsfrøðingum at lyfta sína útbúgving á bachelorstig. Vegleiðaraútbúgving fyri lærara er skipað á masterstigi, 26 serlærarar, 36 orðblindalærarar eru útbúnir, og 34 støddfrøðivegleiðara eru undir útbúgving. Skúlaleiðarar eru útbúnir, stuðul er latin lærarum, sum hava nomið sær hægri útbúgving uttanlands og hópur av viðkomandi skeiðum eru boðin út.

Teldutala, orðabanki og talgildar orðabøkur
Nýggj teldutala er ment, føroyskur orðabanki er gjørdur og allur heimurin hevur fingið ókeypis atgongd til orðabøkur.

Økt virksemi í skúlanum
Tað hevur eydnast at økja um virksemi í skúlanum. Eitt nú eru tímar játtaðir til Førleikastovuna, fleiri tímar eru játtaðir til svimjing, fyri at bøta um fakliga støði og trygdina. Ein tími er lagdur afturat í framhaldsdeildini í alis- og evnafrøði, soleiðis at betur stundir verða til verkligu royndirnar. Og koyring millum skúlar hjá faklærarum er komin upp á pláss.

Umfatandi trivnaðarkanning er gjørd, og arbeitt verður nú miðvíst at fylgja tilmælinum í kanningini at bøta um trivnaðin.

Lat okkum sleppa at gera arbeiðið liðugt
Vit hava í samgonguskeiðnum raðfest skúlan høgt, men skúlin er altíð á ferð, tí er neyðugt støðugt at menna skúlan.

Í komandi skeiði fara vit framhaldandi at menna skúlan við serligum atliti at inklusjón og mennandi undirvísing til øll, óansæð førleikar. “Sterkir, veikir” og næmingar harímillum skulu allir hava røttu avbjóðingarnar og trívast í skúlanum. Í tí sambandi skulu handaligu- og kreativu lærugreinirnar styrkjast, og í størri mun gerast partur av undirvísingini sum heild. Harumframt skulu ítróttur og rørsla verða partur av dagligu undirvísingini.

Vit fara eisini at virka fyri, at starvsvenjingartíðin í læraraútbúgvingini verður longd og at viðkomandi eftirútbúgvingar av lærarum og starvsfólki skúlans framhaldandi verða raðfestar frammalaga eftir yvirskipaðari ætlan.

Við tínari atkvøðu menna vit ein føroyskan fólkaskúla í heimsflokki.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur