Eitt samfelag fyri øll

18. august 2015



Nógv hóvasták hevur verið um spurningin um samkynd skulu sleppa at giftast ella ikki.

Í Sambandsflokkinum er hvør einstakur fríttstillaður, tí hesin spurningur er viðkvæmur og tekur útgangsstøði í tí einstaka persóninum. Sum formaður í Unga Sambandinum havi eg saknað, at støða verður tikin um mál, sum ungdómurin hevur áhuga fyri.

Í botn og grund er spurningurin um at broyta hjúnarbandslógina ikki so kompleksur sum fólk gera hann til. Skulu vit sum samfelag, útihýsa einum bólki og forða teimum rættindi, sum flest vanlig fólk hava? Skulu fólk ikki viðfarast eins í okkara samfelag? Er tað ikki júst ein skylda hjá politikarum at snikka samfelagið á ein slíkan hátt, har øll menniskju fáa eins rættindi?

Í mínum hugaheimi átekur man sær ein ómetaliga stóran leiklut, tá man sum politikkari fer út og blandar átrúnað og politik saman. Politikarar mugu fyrihalda seg til tað løgfrøðiliga og ikki blanda seg uppí, hvat fólkið skal trúgva!

Hvussu skeiklað verður eitt samfelag ikki, um vit skulu diktera gerandisdagin og siga, hvat onnur skulu trúgva?

Eg fari at arbeiða fyri, at øll menniskju fáa eina virðuliga viðferð – tískil skal ein minniluti ikki haldast uttanfyri samfelagið, men heldur sleppa at hava rættindi sum onnur flest.

Eitt samfelag fyri øll.

Árni Guldborg Nielsen, formaður í Unga Sambandinum
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur