Betri umstøður til barnafamiljurnar

18. august 2015



Ungu barnafamiljurnar hava mangan trongar umstøður at liva undir. Tær skulu seta børn í verðina, seta føtur undir egið borð og fíggja stóran part av útreiðslunum til føroyska vælferðarsamfelagið. Allar hesar uppgávurnar verða lagdar á ungu barnafamiljurnar samstundis, hóast tær ikki hava verið leingi á arbeiðsmarknaðinum og tí hvørki hava høgar lønir ella stóra uppsparing.

Familju- og búskaparpolitikkurin eigur tí at verða lagdur til rættis soleiðis, at hann verður málrættaður beinleiðis til at gera gerandisdagin fíggjarliga lættari hjá ungu barnafamiljunum.

Vit hava fleiri fíggjarlig amboð, sum kunnu brúkast til at gera tilveruna lættari og liviligari hjá ungu barnafamiljunum. Nevnast kunnu t.d. skattalættar til lág- og miðallønt, barnafrádráttin, barsilsskipanina, bíligari ansing og frítíðartilboð til børn og ung.

Skattalættar til lág- og miðallønt vilja fyri stóran part fara til ungu barnafamiljurnar, tí stórur partur av ungu barnafamiljunum eru í hesum lønarbólkum. Tí skulu vit veita skattalætta til lág- og miðallønt.

Barnafrádrátturin fer beinleiðis til barnafamiljurnar, og tí skal barnafrádrátturin hækkast. Ansingartilboðini skulu gerast bíligari og smidligari soleiðis, at foreldur ikki noyðast at koyra børnini á stovn, men kunnu fáa samsýning fyri sjálvi at ansa og uppala børnini.

Vit kunnu fegnast um, at í dag eru sera nógv og fjølbroytt frítíðartilboð til børn og ung, men tilboðini eru oftani ein tung fíggjarlig byrða hjá barnarfamiljunum, serliga barnaríku familjunum. Landið skal tí virka fyri, at tilboðini til børn og ung verða bíligari.

Barsilskipanin skal eisini gerast smidligari og betri. Foreldur skulu sjálvi kunnu leggja barsilsfarloyvi til rættis soleiðis, at tey fáa betri stundir at vera um børn síni, ta fyrstu tíðina eftir at tey eru komin í verðina. Hetta er ein sera týdningarmikil tíð fyri foreldur og børn, tí hesa tíðina fáa børnini og foreldrini ikki aftur.

Hetta eru nøkur av mínum hjartamálum, sum eg fari at arbeiða fyri, um eg verði valdur í Løgtingi tann 1. september.

Vinjard Johansen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur