Niðurpíndur útjaðari

18. august 2015



Nú má tíðin vera komin har útoyggjarnar fáa gagn av búskaparligu framgongdini seinastu mongu árini. Sum útoyggj er at rokna allar oyggjar, sum ikki hava vegasamband til meginøkið, les Tórshavn. Vit hava ein høvuðsstað vit kunnu vera stolt av. Har finnist alt, sum ein nútímans høvuðsstaður skal hava, og ein stórur partur av æruni kann tilskrivast borgarstjóranum Heðin Mortensen, ættaður úr Trongisvági.

Í lesarabrævi undir heitinum “Sterkur høvuðsstaður, treytin fyri einum sterkum Føroyum”, skrivar borgarstjórin Heðin Mortensen m.a.:

Tess meira vit spjaða tilfeingi og orku til somu endamál fleiri staðni kring landið, tess veikari standa vit í kappingini við tey, sum vilja hava fatur á okkara góðu fólkum. Bæði tí tilboðini gerast vánaligari og møguleikarnir verri, og tí at landið verður minni fjølbroytt og minni upprunakent, um vit umbyggja aðrahvørja bygd til at líkjast einum lítlum høvuðsstaði
og víðari.

Hetta merkir ikki, at aðrir býir og bygdir kring landið ikki eisini skulu mennast – men prísurin fyri at menna útjaðaran nýtist ikki at vera, at høvuðsstaðurin skal niðurlagast. Tvørturímóti, vit skulu menna bæði bygd og bý.”

Í Tórshavn liggja í dag útvið 100% av øllum størri almennum stovnum. Allar flestu stovnar í hjartanum í okkara høvuðsstaði leiga til ein kvm.prís, sum liggur upp til 200% omanfyri tað, líknandi bygningar kunnu leigast fyri uttanfyri Havnina.

Stórt sæð øll vøra, sum kemur til og úr Føroyum fer um kaikantin í Havn. Hvør gularót og marsbar eti úti í Svíni ella suðuri í Sumba hevur verið um kaikantin í Havn, har vørugjald er goldið til Tóshavnar Havn.

Stórt sæð hvør fiskastertur framleiddur til útflutning runt Føroyaland, fer um kaikantin í Havn, sum aftur her spinnur gull uppá vøru- og havngjald, sum onnur hava skapt.

Øll ferðafólk, bilar og vøra sum koma við strandfaraskipunum til og úr Tórshavn eru áløgd gjøld fyri at koma um kaikantin í Havn, sum tað almenna Føroyar rindar Tórshavnar Havn. Strandfaraskipini Smyril og Ternan gjalda eitt mánaðarliga havnagjald til Tórshavnar Havn uppá smáar 400.000 kr. Ternan fyri at flyta borgarar í Tórshavnar Kommunu innanhýsis.

Hetta er bara ein lítil partur av inntøkunum hjá Tórshavnar Kommununi, sum fyrr vóru spjaddar út á størri bygdinar runt landið, og skapti arbeiðspláss og inntøkur til útjaðaran.

Hetta er eitt satt gullnám fyri okkara høvuðsstað, og kundi man uttanfyri høvuðsstaðin ynskt sær ein størri solaritet og útjavnan av hesum virðum frá javnarborgmeistaranum í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen.

Onnurhvør bygd hevur ongar ætlarnir um at líkjast einum høvuðsstaði.

Har man í Tórshavn Kommunu tosar um íløgur til golfbanar, musikkhús, sjónleikarahús v.m berjast vit uttanfyri Havnina við at fáa endarnir at røkka saman og til dagliga raksturin av niðurslitnum barnagørðum, skúlum, ellisheimum, vegum v.m.

Havnin er ikki við sviði soð á nakran hátt og fær sítt. Uttan útjaðaran hevði nokk ikki staði so væl til í okkara høvuðsstaði.

Nú má tíðin vera komin til, at útjaðarin fær sín part av almenna ríkidøminum á landi.

Conrad Gaard Joensen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið






RN


Aftur