Ein oyðimarkargongd hjá andstøðuni

19. august 2015



Andstøðan gremur seg um oyðimarkargongd og ongi úrslit, - men samfelagið og vinnan stendur i blóma sum ongantíð fyrr, ti vit hava ein úrslitafokuseraða og málrættaða samgongu

Vit kunnu taka úr rúgvuni heilt aftur til 2008, tá “lyklarholssamgongan” gav skarvin yvir , av framdum málum, hóast ringastu kreppuár í heiminum síðani 1930´ini:

• Vit byrjaðu við at bjarga Norrønu, og harvið tryggjaðu vit sjóvegis ferðafólkaflutning millum okkum og grannarnar - ein røtt avgerð hevur tað víst seg síðani. Hetta framdu vit hóast hart rann á kýkin, og Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin atkvøddu ímóti

• Vit bøttu munandi um ALS skipanina fyri at fyribyrgja, at fólk, hóast eitt bil blivu arbeiðsleys, skulu noyðast at flyta frá húsi og heimi, og i ringasta fara av landinum. Somuleiðis bøttu vit eisini um atkomiligheitina fyri fiskimenn at koma í skipanina. Hetta var eisini ein røtt avgerð

• Vit hava fingið dimmitent skipanina framda soleiðis, at liðugt lesandi kunnu koma heim við donskum A-kassagjaldi í ávíst tíðarskeið at søkja starv

• Vit hava framt munandi ábøtur á Barsilsskipanina og vilja halda fram at bøta um hesa

• Vit hava fingið aspirantskipan at virka saman við FAS reiðaríðum, so okkara vinnuháskúlanæmingar kunnu fáa neyðugu praktikktíðina, meðan tey taka navigatør- ella maskinútbúgvingar

• Vit hava ongantíð havt so nógv lesandi í Føroyum sum nú, tí vit hava tryggjað, at øll, sum søkja miðnám ella á Setrið sleppa at lesa

• Vit hava longt flogvøllin til 1.799 metrar og harvið bøtt munandi um loftvegis ferðasambandið

• Vit hava bygt nýggjan terminal

• Vit gjørdu eina vakstrarætlan við 24 punktum og framdu stórt sæð øll hesi, og hava skapt stóran vinnuligan vøkstur

• Vit broyttu alilógina og skaptu bestu og tryggastu karmar og sømdir, og harvið bestu treytir fyri vøkstri hjá okkara alivinnu, sum nú stendur í besta blóma og skapar milliarda virði, og er størsta útflutningsvinna okkara við omanfyri 3 mia.kr. árliga, og skapar nógvar íløgur og arbeiðspláss bæði beinleiðis og óbeinleiðis

• Vit stóðu sum ein maður mótvegis ES i makrelstríðnum og vunnu, og harvið er skapt eitt munandi betri inntøkugrundarlag fyri pelagisku vinnuna. Hetta hevur eisini verið viðført stórar íløgur, bæði í skip og virki á landið, og skapt nógv arbeiðspláss og nýggjar inntøkur

• Vit hava áhaldandi arbeitt fyri betri marknaðaratgongd og hava fingið m.a. fríhandilsavtalu við Turkaland, góða atgongd til Kina og Russlands og sett sendistovu á stovn í Moskva fyri at menna sambondini landanna millum framyvir

• Vit hava gjørt stórar íløgur í heilsuverk, skúlar, mentanarøkið, eldraøkið, sálarliga økið, samferðslu á sjógvið og landið

• Vit hava fingið Atlantic Airways aftur at verða ogn Føroya Fólks og við nýggju leiðsluni fingið framt nýggja strategi, sum hevur viðført munandi lækking i ferðaseðlakostnaðinum, soleiðis, at øll hava ráð til at ferðast millum Føroyar og umheimin, og hava tryggja umvegis løgtingið, at keyptar verða 2 nýggjar Augusta Westland tyrlur, sum verða at bøta munandi um trygdina á sjónum og tilbúgvingina og eisini ferðafólkaflutning oyggjanna millum

• Arbeitt verður við nýggjari fiskivinnuskipan, sum uttan ivað verður loyst i nýggjari samgongu

• Pensjónsøkið verður eisini uttan ivað loyst i komandi samgongu, til gagns fyri komandi pensjónistar og ættarlið

Eg komi i næstu grein at viðgera enn fleiri átøk framd av hesi samgonguni, fyri at vísa á, at tær negativu røddir, sum hoyrast frá andstøðu og politiskum mótstøðufólki eru so villeiðandi sum nakað kann verða - væl hjálpt av loysingarpressuni.

Valið eigur at verða lætt - vil Føroya fólk menning og framgongd, so er at halda seg langt burtur frá loysingarveinginum, tí hesin kemur at verða ein forðing fyri menning av samfelagnum mong ár fram í tíðina um teirra politikkur verður settur á dagsskrá.

Velji tí ein sterkan Sambandsflokk á løgting, tað er trygdin fyri skilagóðum, skynsomum sosial-liberalum politikki til gagns fyri fólk og vinnulív.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum


RN


Aftur