Vel úrslit..

19. august 2015



Í fólkatingsvalinum brúkti Javnaðarflokkurin slagorðið: “Vel úrslit”. Eitt sera gott og sigandi slagorð. Vónandi vilja fólk eisini velja úrslit til Løgtingsvalið – men skal ein velja úrslit í Løgtingsvalinum, so eigur man at velja Sambandsflokkin. Hugsaði niðanfyri at hyggja eftir nøkrum hagtølum um støðuna í Føroyum í dag.

Arbeiðsloysið
Í november 2011, tá hendan samgongan tók við, var arbeiðsloysið 6,7%. Tá vóru tað 1.735 fulltíðar-arbeiðsleys fólk. Í mai í ár var arbeiðsloysið 3,0% og var talið av fulltíðararbeiðsleysum komið niður á 823 – havi hoyrt, at tað nú er komið enn longur niður.

Undirskotið
Í 2010 var undirskotið omanfyri hálva milliard krónur – í 2009 var tað enn hægri. Undirskotið í ár verður sera avmarkað, meðan játtanarkarmurin fyri 2016 vísir eitt avlop, og kunnu vit tí tá byrja at gjalda skuld aftur.

Fólkatalið
Í november 2011 búðu 48.164 fólk í Føroyum, meðan tað í mai í ár búðu 48.846 fólk her. Eitt tað besta við hesum vøkstrinum, er at talan ikki einans er um burðaravlop, men eisini at tað nú flyta fleiri fólk til Føroyar enn frá Føroyum.

Búskaparvøkstur
Bruttotjóðarúrtøkan vaks heili 7,5% í 2013 – og er tað størsti búskaparvøksturin í øllum Evropa. Bruttotjóðarúrtøkan er farnu 4 árini vaksin við meir enn 18% - eitt fantastiskt bragd.

Løntakaratal
Í november 2011 var løntakaratalið 23.583, meðan tað í mai í ár var 24.693. Tað vil siga, at tað eru fleiri enn 1.000 nýggj arbeiðspláss skapt í hesum samgongutiðarskeiðnum. Lat meg leggja afturat, at starvsfólkatalið í landsfyrisitingini er farið frá 685 til 633 í sama tíðarskeiði.

Lønarútgjaldaringarnar
Lønarútgjaldingarnar eru fyrra halvár í ár vaksnar 6,5% í mun til fyrra hálvár í fjør.

Brúkaraprístalið
Brúkaraprístalið forelur okkum, hvussu dýrt tað er at liva í einum landi. Tá hetta verður roknað, hyggur Hagstovan eftir ymsum viðurskiftum, m.a. kostnaðinum av mati, olju, rentu og samskifti. Vanliga veksur hetta talið – t.d. vaks talið frá ár 2000 til 2011 við um 19% - svarandi til í miðal nærum 2% um árið. Hyggja vit so eftir, hvat er hent síðan hendan samgongan tók við, so er brúkaraprístalið lækkað við umleið 0,5% í meðal um árið. So samtundis sum fólk nú í meðal hava meir eftir av liva fyri, so er tað eisini bíligari at búgva í Føroyum í dag, enn tað var fyri 4 árum síðan.

Eg kundi hildi fram við hagtølum, sum flest øll vísa á, at tað gongur væl í Føroyum. Eg veit væl, at tað ikki einans er politikkinum at takka, at tað gongur væl. Tað eru nógv, sum eiga stóran lut í æruni fyri at tað gongur væl, men eg meti, at rættar politiskar avgerðir avgjørt eisini eiga sín lut í framgongdini, sum er tann størsta í Evropa.

Vel úrslit – vel Sambandsflokkin 1. september.

Reimund Langgaard, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið



RN


Aftur