Markleys útbúgvingartilboð

19. august 2015



Nógvir útbúgvingarmøguleikar
Sum valevni á Sambandslistanum, arbeiðið eg fyri, at øllum lesandi stendur í boði markleys útbúgvingartilboð, soleiðis at tit kunnu brúka tykkara persónliga frælsi til at velja ta útbúgving, sum tit ynskja skal verða starvsøkið tykkara í framtíðini.

Eg fegnist um, at útboðið á útbúgvingum er vaksið og at talið á lesandi eisini økist, og henda gongdin skal halda fram komandi árini.

Útbúgvingarnar skulu verða fjøltáttaðar og tillagaðar, bæði teimum lesandi og samfelagnum, so tað umfatar yrkisútbúgvingar, vinnuútbúgvingar v.m., umframt hægri útbúgvingar á Bachelor- og Masterstigi.

So nógvar útbúgvingar sum gjørligt skulu kunna takast, ella partvís takast í Føroyum, og tí koma at fara fram stórar útbyggingar av skúlum, sum eisini umfatar Fróðskaparsetur Føroya.

Her er neyðugt, at tær útbúgvingar, sum verða tiknar í Føroyum, geva atgongd til víðari lestur í øðrum londum, og tí er neyðugt, at okkara útbúgvingar eru góðkendar og at okkara lærustovnar hava nøktandi samskifti við lærustovnar í øðrum londum, sum eisini kann geva møguleika fyri, at okkara lesandi kunnu fara undir fjarðlestur á netinum.

Sambandsflokkurin er trygdin fyri, at tit, sum lúka upptøkukrøvuni, hava markleysa atgongd til allar hægri læru- og útbúgvingarstovnar i Ríkinum, har tit lesandi, sjálvi gera av, hvørja útbúgving tit ynskja og hvar.

Stuðulsskipanir v.m.
Sambandsflokkurin ikki bara tryggjar tykkum lesandi markleysa atgongd til útbúgvingarnar, men tryggjar eisini tykkum lesandi atgongd til stuðulsskipanir her í Føroyum, ið eru ÚSUN og ferðastuðul, umframt SU (Statens Uddannelsesstøtte) uppá góðar 5.000,00 kr. um mánaðin, um tit taka útbúgvingina í Danmark ella uttanfyri Danmark.

Sambandsflokkurin er trygdin fyri, at tit lesandi bæði fáa at gongd til ta útbúgving tit ynskja og at tit lesandi hava nøktandi fíggjarlig kor í lestrartíðini. Verandi stuðulsskipan er millum tær bestu í Norðanlondum, og fyri tey, sum lesa í Danmark er R-frádrátturin (ríkisfrádrátturin) galdandi, og dagpeningurin uppá uml. 15.000,00 kr. í 3 mðr. aftaná lestur, fylgir við, tá tit flyta til Føroyar.

Framtíðin
Ynskir tú, at verandi útbúgvingarmøguleikar, stuðulsskipanir og inntøkur framhaldandi skulu vera til øll okkara lesandi og mennast, so skalt tú velja Sambandsflokkin, tí vit arbeiða fyri, at øllum tykkum lesandi altíð stendur í boðið ein markleys útbúgving, so tit kunnu taka ta útbúgving, sum tit ynskja, og at tit framhaldandi hava atgongd til galdandi stuðulsskipanir v.m.

Vel trygdina, vel Sambandsflokkin
Vilt tú tryggja hesa atgongd til markleysa útbúgving og harvið eina góða og trygga framtíð fyri øll okkara lesandi, so vel eitt av valevnunum á Sambandslistanum, vel framtíðina.

Alfred Olsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur