
Allir lærarar á skeið í floksleiðslu
19. august 2015
Gransking vísir, at næmingar, ið hava lærarar við eftirútbúgving í floksleiðslu klára seg betur í skúlanum
Skeið í floksleiðslu eru tí eftir mínum ynski, sett á dagsskránna, og avgerð er tikin um, at allir lærarar í fólkaskúlanum í næstum fara á skeið í floksleiðslu.
Fyrireikingarnar eru komnar undir land, og avgerð er tikin um, at helvtin av lærarunum fer á skeið komandi vár og hin helvtin á heysti í 2016.
Skeiðini verða skipað á sama hátt, sum skeiðini í fakligari lesing, og verða send skúlunum um mánaðarskiftið. Tað eru Mentamálaráðið og Nám, sum saman skipa fyri skeiðinum.
Starvsvenjingin longd
At lærarar duga at leiða flokkin hevur sera stóran týdning. Tí er avgerð eisini tikin um, at starvsvenjingartíðin hjá læraralesandi verður longd, og at lesandi ein part av tíðini verða í einstaklinga starvsvenjing.
Eftir ætlan verður skipanin sett í verk komandi summar. Hendan tillaging í læraraútbúgvingini fer eisini at styrkja nýútbúnar lærarar í floksleiðsu.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið
RN
Aftur