Virðisøking í fiskivinnuni

19. august 2015



Vit kunnu fegnast um, at okkara fiskivinna seinastu árini hevur fingið betri veiðirættindi og hevur kunnað fiska munandi størri nøgdir, serliga av pelagiskum fiski.

Heildarveiðan er 400.000-500.000 tons av fiski úr føroyskum sjóøki og á fjarðleiðum vit hava avtalur við um kvotur. Hetta talið kann økjast um okkara botnfiskastovnar, sum eru illa fyri, koma fyri seg aftur.

Góðu árini við makreli og sild hava saman við miðvísum burðardyggum arbeiði innan alivinnuna sett ferð á okkara búskap.

Hetta er at fegnast um, men vit kunnu gera tað betri.

Ein stór uppgáva stendur okkum fyri framman, allur fiskur, sum vit veiða, eigur at koma uppá land í Føroyum, so hann verður virðisøktur og skapar arbeiðið til føroyskar hendur. Ikki minst er spurningurin áhugaverdur, hvussu vit skipa hesa meirvirking runt um í landinum, so flest møgulig øki í landinum fáa sín part av ríkidøminum.

Fiskivinnan er eitt talandi dømið um, at nøkur fá øki hava sett seg á alla fiskivinnuna. Um tað sama hendir innan viðari virking av fiskavørum kemur hetta at hava ávirkan á tey øki, sum ikki verða partur av hesum.

Men fyri, at hetta skal loysa seg, er neyðugt, at vit seta allar góðar kreftir inn, so vit betra atgongdina til teir góðu marknaðirnar, t.d. ES.

Fyri okkara sjófólk og tær skapandi hendirnar á landi, sum standa fyri virðisøkingini, er tað avgerandi, at marknaðarforðingarnar eru so fáar sum møguligt. Tað gevur meira til okkara vinnu og virðisøkingin kemur øllum samfelagnum til góðar.

Tíbetur er atgongdin til marknaðir kring heimin vorðin betri og vit sleppa t.d. framvegis at selja til Russlands, men ætla vit, at menna okkum sum matvørutjóð, so mugu vit sleppa inn á ES-marknaðin. Tað eru har pengasterku kundarnir eisini eru.

Sambandsflokkurin arbeiðir við at skapa betri marknaðaratgongd til ES og aðrar lønarsamar marknaðir, herundir gera nýggjar handilsavtalur.

Eivin Jacobsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur