Hví stillar tú upp? ... og so fyri Sambandið?

20. august 2015



Tí eg eri góð við Føroyar, og eg haldi, at í Sambandsflokkinum er frælsi til at vera tann, sum eg eri, hóast hetta kanska ikki er so politist korrekt.

Nógv hava, seinastu dagarnar spurt meg, hví eg stilli upp. Eg vil tí her stutt grundgeva fyri hesum.

Føroyar ikki tamdar
Føroyingar eru ein serstøk tjóð og hava ikki altíð fylgt tí ráki, sum upp gjøgnum tíðirnar hevur merkt restini av Europa. Vit liva úti í fjarskotnu og harðbaldu oyggjum okkara, og vit liva av tí tilfeingi, sum hendan ótamda náttúran gevur.

Føroyar eru ikki tamdar, og fólkasálin í føroyinginum er eyðkend av frælsi og Gudsótta.

Fremsta oyggjaferðamál
National Geographic Traveller valdi í 2007 Føroyar til fremsta oyggjaferðamál í verðini, vegna vøkru náttúruna og mentanarliga integritetin í fólkinum. Vit eiga at viðurkenna ríkidømið í okkara mentanararvi, og arbeiða fyri at varðveita og menna hetta.

Um lúsin útlendsk er...
Grindadrápið er eitt fekst dømi. Harðrendir aktivistar koma til Føroya, at kroysta sín politist korrekta boðskap niður yvir høvdið á okkum. Við hóvsemi hava vit roynt at tosa við tey um, hvat er rímiligt. Men har er eingin áhugi fyri, hvat er rímiligt. Tað er ein religión fyri tey. Tíbetur hava vit nú – við hjálp frá donsku løgregluni – reagera. Fleiri eru handtikin og send av landinum.

Orðatakið: “um lúsin útlendsk er..” er líka aktuelt í dag sum fyrr.

Eg ynski at virka fyri einum samfelag, har vit eru fræls menniskju, og har vit tora at bera tað merki, sum eyðkennir verkið.

Gott væl!

Mai Laksáfoss Simonsen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur