Vinna – nøkur orð!

20. august 2015



Vinnan er ein av hornasteinunum undir samfelagnum. Øll vinna eigur at hava langtíðartryggjaðar karmar, bæði tá um bygna og tann búskaparliga partin ræður. Hetta er neyðugt, fyri at vinnan kann gera sær framtíðarætlanir. Her manglar nakað at gera hjá okkum í dag. Neyðugt er beinanvegin at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Vit eiga at skipa soleiðis fyri, at vinnan hevur tað gott, trívist og er kappingarfør. Eisini er neyðugt at gera alt fyri at fáa breiða politiska semju um hesi viðurskifti, soleiðis at vit veruliga fáa langtíðartryggjaðar karmar.

Umframt langtíðartryggjaðar karmar, so er alneyðugt at politiski myndugleikin er árvakin í menningini og broytingunum hjá vinnuni. Her hugsi eg m.a. um tað neyðuga í, at vit allatíðina hava góðar handilssáttmálar við hesi ymisku londini, sum vit útflyta til. Gera vit ikki tað, so forða vit fyri menning og vøkstri, og tað má bara ikki henda. Eru vit hinvegin virkin við at betra verandi handilssáttmálar og fáa nýggjar eisini, so eru vit við at tryggja framburð her á landi.

Nógv hevur verið tosað um skattir og gjøld hjá vinnuni, og meiningarnar eru rættiliga ymiskar um hetta mál. Eitt, sum vit skulu gera okkum púra greitt, og tað er, at føroyska vinnan kappast ikki bara sínamillum í Føroyum, men kappingin er í størsta mun millum føroysku vinnuna og útlendsku kappingarneytarnar. Hesir útlendsku kappingarneytar hava sínar karmar at arbeiða undir viðvíkjandi skattum og gjøldum.

Hjá mær er eingin ivi um, at skattir og gjøld á føroysku vinnuna eiga at liggja á einum slíkum støði, at tað ikki er ov høgt, soleiðis at vinnan missir hugin at forvinna, ikki er kappingarfør ella kanska flytir sítt virksemi í onnur lond. Heldur ikki skal støðið vera so lágt, soleiðis at tað gevur ov lítið til at reka okkara samfelag. Her má ein javnvág finnast, og tað má bera til at finna hesa javnvág við, at politiski myndugleikin og vinnan tosa jaliga saman um hetta, tí vit hava brúk fyri hvørjum øðrum.

Gott val!

Magnus Rasmussen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur