Tíðin er til broytingar

20. august 2015



Sjálvt um eg má viðganga, at eg var ivasamur, um tað var tað rætt at stilla upp aftur til løgtingið, eri eg vorðin sannførdur um, at tíðin er búgvin til, at neyðugu samfelagsligu avgerðirnar verða framdar, soleiðis at vit kunnu føra okkara samfelag framá.

Tá eg var í politikki seinast, var millum lítil og eingin politiskur vilji til at fremja neyðugar broytingar, men eg kenni á fólki, ið tosa við meg og heita á meg um at stilla upp, at nú krevja tey, at nýskipanir verða settar í verk. Tí eri eg sannførdur um, at tíðin hevur arbeitt fyri tí og nú fer broyting at koma í.

Eg fari tí inn aftur í politikk við einans einum høvuðsmáli, nevniliga at arbeiða fyri, at neyðugu nýskipanirnar verða settar í verk og at tær vera skilagóðar. Her hugsi eg serliga um fiskivinnunýskipanina, pensjónsnýskipanina, arbeiða fyri grønari orku og at fáa skil á búskaparliga haldføri landskassans. Allar hesar politisku avgerðirnar eru neyðugar fyri at tryggja okkum, at Føroyar eisini kunnu verða eitt gott samfelag fyri komandi ættarlið.

Eg eri rættiliga spentur uppá valið – og kanska serliga uppá støðuna eftir valið, tí eg síggi tað at vera alneyðugt, at politiskur vilji verður skaptur til at taka neyðugu tøkini.

Vit hava bíðað ov leingi við at fremja broytingarnar og nú er tað vorði átrokandi at fáa tær framdar sum skjótast.

Komandi valskeiðið verður tí avgerandi fyri okkara vælferðarsamfelag.

Magni Laksáfoss
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur