Tænastulóg við málsviðgerðartrygd

21. august 2015



Sambandsflokkurin vil framvegis arbeiða fyri, at sosiala lóggáva okkara verður soleiðis skipað, at fólk við sjúku, breki ella hava serligar avbjóðingar, sum hava hjálp fyri neyðini, fáa stuðul og viðgerð, ið ikki stendur aftanfyri tí, sum fæst í hinum Norðanlondum.

 

Vit vilja stremba eftir at fáa eina tænastulóg, sum skal tryggja rættindi og skyldir hjá børnum, ungum og vaksnum. Dygdin í tænastuni skal vera á høgum støði. Tey, sum bera brek, skulu somuleiðis kenna seg sum ein part av samfelagnum, og tann sjúki skal fáa tað neyðugu viðgerðina og endurvenjingina, antin tað so er her heima ella í útlondum.

 

Vit vilja stremja eftir, at veitt verður ein samskipað heildartænasta. Hetta verður gjørt við, at ein samskipari, skal verða knýttur at borgaranum.  

 

Vit skulu tryggja børnum og familjum við breki, sum partvís ella ikki eru á dagstovni, somu rættindi sum onnur børn á dagstovnaøkinum.

 

Vit skulu tryggja ungum við serligum avbjóðingum, eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey skulu mennast, og byggjast skal á at vinna førleikar.

 

Persónlig brúkarastýrdur stuðul (PBA) skal setast i verk, t.v.s. at stuðulin er knýttur at persóninum. Hetta er við til at hjálpa viðkomandi at megna ein gerandisdag. Tað  er borgarin sjálvur, sum raðfestir, alt eftir hvønn tørv viðkomandi hevur. Skipanin verður í løtuni royndarkoyrd, og sum skilst roynist hon sera væl.

 

Sambandsflokkurin hevur víst i verki, at vit hava hildið givin lyfti.

 

Rósa Samuelsen

Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur