Sambandsflokkurin vil tryggja eitt dagført heilsuverk

22. august 2015



Sambandsflokkurin vil hava eitt dagført heilsuverk á støði við londini kring okkum. Vit vilja veita okkara borgarum viðgerðartrygd, og vit vilja halda fast í blokkinum, tí mannalívið er ikki at spæla við.

Heilsuverkið stendur framman fyri stórum avbjóðingum. Læknafelagið rópar varskó. Sum er, mangla longu 300 mió.kr. í Heilsuverkinum, um vit skulu samanbera okkum við støðið í londunum kring okkum.

Fíggjarligu avbjóðingarnar hjá heilsuverkinum komandi árini eru stórar. Fk gerast eldri og eldri, og ger hetta, at tørvurin á tænastum úr heilsuverkinum økist. Framrokningar vísa, at alt fleiri vælferðarsjúkur fara at gera um seg.

Heimurin er í teirri hepnu støðu, at alt fleiri viðgerðarmøguleikar finnast, men fleiri av hesum viðgerðunum til eitt nú giktsjúklingar, eru ógvuliga kostnaðarmiklar, og ber hetta við sær størri útreiðslur. Føroyar hava ikki ráð at takka nei til blokkin, serstakliga ikki, um vit vilja betra um heilsuverkið.

Tjóðveldi førir fram, at tá man hevur definerað, hvat heilsuverk man ynskir, skal man út at leita eftir fíggingini. Men hví bíða? Blokkurin er okkara rættur, eins og tað er rættur teirra sjúku, at fáa nøktandi viðgerð.

Eg vil arbeiða fyri, at vit í Føroyum hava eitt dagført heilsuverk á sama støði sum grannalond okkara, har sjúklingunum stendur í boði at fáa tær neyðugar viðgerðir, soleiðis at hann kann njóta lívið til fulnar.

Gitte Klein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur