B er Best

22. august 2015



Flokspolitikkur tykist mær ofta fjákutur og oyðileggjandi. Kjakið gerst ofta so polariserað. Ov svart og hvítt.

Virðing fyri hvørjum øðrum
Genturnar hjá mær siga tað soleiðis: ” A er ein apa og B er ein banan – gita hvør vinnur?” Hesin kampur kann verða so veruligur hjá børnunum, at onkur verður illur og onkur fer at gráta. Vit foreldur og lærararnir smíla yvirberandi, og tosa við børnini um virði í felagsskapinum . Vit greiða teimum frá, at í okkara flokki og í paralellflokkinum ganga børn, sum vit skulu virða, og sum vit kunnu fáa stóra gleði av. Eg haldi eisini at vit, sum vaksin fólk skulu vísa virðing fyri hvørjum øðrum. Eg haldi at vit skulu virða fólkaræðið og arbeiða fyri Føroya besta.

Samband?
Skulu vit hava samband ella skulu vit slíta? Hettar er ein spurningur nógv fólk hava spurt meg í seinastuni. Hettar er ein antin ella spurningur, sum eg ikki haldi kann svarast stutt. Eg vil svara við m.ø. hesum spurningum:

Hvussu skulu vit skipa okkara gjaldoyra?
Hvussu skulu vit skipa okkara verju?
Hvussu skulu vit skipa okkara rættarskipan?
Hvussu skulu vit skipa okkara løgreglu?

Hesir eru ikki ja/nei -spurningar. Vit eru noydd til, í onkran mun, at samstarva við onkran um hesi viðurskifti. Tað er ikki bara ein spurningur um fíggjarliga orku. Av tí at okkara samfelag er so lítið og tætt, kann tað eisini verða ein spurningur um gegni. Ein spurningur um at verja rættin hjá tí veikara.

Blokkstuðul?
“Skal blokkstuðulin vaksa ella minka? “; er ein annar spurningur sum eg fái. Her meini eg, at vit skulu vísa fíggjarliga ábyrgd og so vítt gjørligt sjálvi gjalda fyri okkara samfelag. Vøksturin í okkara framleiðslu er vaksin nógv seinastu árini. Vit eiga at megna at leggja til síðis, soleiðis at okkara samfelag kann vera ført fyri at standa ímóti, tá vit koma í ein búskaparligan dal.

Vit skulu ikki bara liva fyri okkum sjálvi, men vísa ábyrgd fyri komandi ættarliðum.

Gott væl!

Mai Laksáfoss Simonsen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur