Hvør skal fíggja fullveldið ?

22. august 2015



Loysingarflokkarnir boða frá, at Føroyar skulu hava fullveldið. Somu flokkar hava eina røð av vallyftum. Samlaða rokningin verður sera stór.
Enn er einki boð komið uppá, hvussu alt hettar skal fíggjast.

Kostnaður av fullveldisætlan
Fullveldið fer kosta oman fyri eina milliard í inntøkumissi hjá landskassanum og stórar meirútreiðslur av yvirtøkumálum. Umframt at vit missa grundlógartryggjað rættindi í Ríkisfelagsskapinum innanfyri ymisk vælferðarøki, eitt nú skúla- og heilsuverk.

Afturat hesum kemur rokningin upp á vallyfti hjá somu flokkum, sum er uppá 100-tals milliónir.

Hvar skal rokningin sendast?
Einasta boð higartil er, at fiski- og alivinnan skulu gjalda meira. Hettar er, at eksperimentera við okkara høðusvinnu.

Rokningin endar so ella so hjá tí føroyska húsarhaldinum, bæði í meirútreiðslum og verri vælferðartænastum.

Skal búskaparligt ábyrgdarloysi í 2002 endurtakast?
Hettar varð gjørt í síðstu fullveldissamgongu, hvar tvey stór málsøki vóru yvirtikin “mest sum yvir eina nátt”, og rokning á 366 milliónir varð send beinleiðis til føroysku húsarhaldini.

Hettar er ein álvarsligur fíggjarligur spurningur at taka støðu til 1. september.

Vit mugu ikki spæla við lagnuni hjá Føroyar fólki.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til Løgtingsvalið


RN


Aftur