Innflyta vit trupulleikan til sjúkrahúsverkið?

22. august 2015



Niðanfyri er eitt hugskot til, hvussu sjúkrahúsverkið og almennu Føroyar møguliga kundu fari inn í eina miðvísa tilgongd fyri at tálma støðugt vaksandi útreiðslunum

Í “Dagur og viku” 20-08 var m.a. ein mynd av eini mammu, sum gav barni sínum bróst. Eitt tað mest nattúrliga ein kann hugsa sær.

Høvustíðindini hetta kvøldið var, at tað nú er skaðiligt fyri børn at fáa bróstamjólk, tí mamman hevur perfloureraði evni (PFC) í kroppinum, sum m.a gera tað, at immunforsvarið gerst verri og barnið harvið lættari gerst sjúkt.

Hesi skaðiligi manskaptið evni finnast stórt sæð allastaðnis, og verða m.a brúkt í millumleggspapíri til matpakkar, í møblinum og til mangt annað vit dagliga eru í samband við.

Í Føroyum innflyta vit vørur til húsarhaldsnýslu samb. Hagstovuni fyri 621 mió.kr., harav er størsti parturin matvørur frá EU og londum uttanfyri EU.

Á heimasíðuni hjá danska Fødevarestyrelsen er góð informatión at heinta um tey óteljandi E- nummur ella tilsetningsevni, sum eru tilsett matinum vit dagliga eta í Føroyum.

Hetta er lítið hugaligur lestnaður, og ein kann undrast yvir, hvar í verðini avverandi myndugleikar hava verið, tá hesi giftstoffir eru góðkend og komin í okkara mat, leikur til børn, kosmetikk v.m.

Fyri at vísa til nøkur fá skaðilig evni:

- Ftalater: Verður brúkt í m.a pvc- plast, farvi-, lak,- og kosmetikframleiðslu
- Árin: Frá djórakanningum er staðfest at evni er krabbameinsframkallandi, kann skaða arvaeginleikarnir v.m. Hormonell forstyrilsir ávíst í fiski, djórum v.m.
- Parabenir: Felagsorð fyri eina mongd av kemiskum evnum. Verður brúkt í stórt sæð øllum, frá tannpasta, góðgæti, vanligurm mati, heilivági, leikutøj til børn v.m.
- Árin: Yvirviðkvæmi av alskins slag, hormonforstýrandi

Harafturat koma kemisku evnini til geva matinum smakk, aðra farvu, haldføri o.a

Hetta eru nøkur fá út av fleiri túsund tilsetningsstoffum sum eru í okkara dagligdegi.

Tað kundi veri sera áhugavert at fingi serfrøðingar, Heilsufrøðisligu Starvsstovuna, læknar og onnur sum kenna til hetta øki, at gjørt eina meting hvussu nógvar av teimum sjúkatilburðum vit í dag viðgera á okkara sjúkrahúsum, beinleiðis kunnu tilskrivast okkara matvanum, brúk av kosmetik, leikutoyði v.m.

Øll vita vit, hvussu neyðugt tað er við kunning, men á hesum økinum má sigast, at tað haltar alvorliga.

Sjúkrahúsinum tørvar í løtuni 50 serlæknar og útivið líka so nógvar millónir fyri at halda hjólunum koyrandi.
Út frá læknaliga orðatakinum, “tað er betur (og bíligari) at fyribyrgja enn at lekja”, er hetta evni m.a nakað Sambandsflokkurin fer fer at raðfesta í einari komandi samgongu.

Farið á val og setið krossin við Sambandsflokkin.

Conrad Gaard Joensen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur