Halt fingrarnar burtur frá Havnini!

23. august 2015



“Skálafjørðurin sjálvsagdur sum shippingdepil” – var yvirskriftin á valgrein hjá tjóðveldisvalevni úr Vágunum, her um vikuskiftið.

Ja, snilt er hjá vágamanni at dyrgja eftir atkvøðum í Eysturoynni, og lata Havnina gjalda.

“Nei tú!”, sum vit her suðuri siga. Hetta fara vit ikki at lata um okkum ganga.

Í 2014 lat Tórshavnar Kommuna frá sær eitt uppskot til, hvussu framtíðar havnaútbyggingin, skuldi síggja út - eitt uppskot, sum loysti bæði plásstrot, og ferðslutrupulleikan, ið ofta er rundan um havnalagið.

Men, áðrenn hálvtalað orð, so var alt á gosi um, at kommunan gjørdi seg inn á dýrabara forngrip okkara - “Skansan”.

Brádliga var allur denturin lagdur á at varðveita og tryggja Skansan sum søguliga stað hann er - alt skuldi vera sum tað er!

Høvdu øll víst Skansanum líka stóra virðing, áðrenn ætlaða havnaútbyggingin var løgd fram, sum tey gera nú, so hevði staðið væl til.

Men so hevur ikki verið. Seinastu árini hevur Skansin ligið í órøkt, gøturnar eru “regnaðar” burtur, beinkir eru rotnir, og tú fært ikki sett fótin á vøllin fyri berum hundalorti.

Nei, øll hendan málageipan, eru bara kávalótir yvir enn einaferð, at fremja rán móti Havnini, og við konservativum og avoldaðum argumentum at forða fyri, at Havnin sleppur at mennast og fáa lut í tí framburði, sum er í føroyska samfelagnum í dag.

Hetta uppskot, sum var lagt fram kravdi broytingar – eingin ivi um tað, men hetta merkir ikki, at eingin útbygging av havnarlagnum Havn letur seg gera.

Skansin kann koma at liggja í enn betri kørmum enn hann ger í dag. “Steinar hava einki virðið í sær sjálvum”, og fyri at blása lív í Skansan aftur, kundi eitt savn verið sett upp í samband við komandi útbyggig av havnarlagnum, sum undir virðiligum umstøðum, goymdi og sýndi fram tað áhugaverda søgutilfarið, sum er at siga um hetta stað.

Vit síggja nógv dømi um, at søgulig støð, væl kunnu varðveitast og enntá fáa betri pláss í samtíðini, sjálvt um menning og nýmótansgerð er rundan um tey. Tað kunnu vit eisini og vit eiga nógvar dugnaligar arkitektar og sniðgevar, ið fara at megna hesa uppgávu til fullnar.

Vit vinna einki og skapa ongan framburð, við at stjala frá hvørjum øðrum, og um borgarstjórin í Havnini ynskir at verja tað, sum Havnini til kemur, skal hann fáa mín fulla stuðul til tað.

Í komandi valskeiði, fari eg at seta kílar í hjólini hjá teimum, sum, umvegis Løgtingið, hava til endamáls at niðurlaga høvuðsstað okkara.

Heini Fosaa
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur