Burðardygd og nýggj arbeiðspláss hond í hond

23. august 2015


Veruleikin, sum nógv í politiska heiminum ikki síggja, er, at grøn orka og endurnýtsla skapa grønan búskaparvøkstur, nýggj arbeiðspláss og ein haldføran heim


Ferð má nú koma á arbeiðið at leggja um til grøna orku í Føroyum.

Føroyar hava við vindi, vatni og sjóvarfalli bestu møguleikar at framleiða burðardygga orku, sum hvørki dálkar umhvørvið ella er við til at yvirforbrúka náttúrutilfeingið, sum vit og allir okkara eftirkomarar í allari framtíð skulu njóta gott av.

Tí vil eg, um veljarar stuðla mær, virka fyri politiskt, at landið stuðlar teimum, sum eru til reiðar at legga um til grøna orku – tað verið seg privat sum vinnuligt.

El-bilar eiga at verða, um ikki heilt so partvís, fríðtiknir fyri MVG. Tá gerst biligari og grønari at koyra her heima. Løðistøðir mugu sjálvandi setast upp kring landið, so hetta skal bera til.

Í Ríkisfelagsskapinum eigur tað at blíva frítt at flyta bilar – eisini orkudyggar bilar – landanna millum saman við hinum flytigóðsinum, tá ein flytur bústað.

Øðrvísi mentalitetur
Vit eiga at legga stóran dent á "cirkuler-økonomi", sum er ein uppgerð við keyp-og-tveit-burtur mentalitetin, sum vit øll munnu vera meira og minni fongd við.

Hetta er gongdin, har vit fara alt meira burtur frá at keypa vørur men í staðin heldur keypa service. Fara burtur frá at eiga men í staðin at leiga.

Vit eiga at taka lut í at skapa eina meira burðardygga og ressoursueffektiva verð, har ið vøkstur og umhvørvið ganga hond i hond. Og ikki sum í dag, har 75 prosent av øllum tilfari bert verður nýtt einaferð í búskaparligu vakstrartilgongdini.

Arbeiðspláss og trivnaður
Politikarar eiga at fara i dialog við vinnu og ídnað og avtala og áseta minstakrøv fyri eitt nú plastprodukt, ið skulu kunna endurnýtast.

Vit, sum eru eitt tilfeingisfátækt land, eiga í samráð við hini londini í Europa gera okkum minni bundin av at innflyta olju, gas, metal og mineralir úr Miðeystri, Russlandi, Kina, osv.

Vit eiga sum politikarar at stuðla hesum. Tí hetta skapar arbeiðspláss. Tað ger okkum tryggari og sterkari. Tað gevur fleiri møguleikar og betri lívskvalitet. Og tí tað er burðardyggasta leiðin til brúk og framleiðu.

Lat okkum royna at fáa burðardygd til at snúgva seg um annað og meira enn fiskidagar og makrelkvotur.

Petra Iversen
Valevni fyri Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur