Vælferð – almannamál!

23. august 2015



Sambandsflokkurin er ein sosialt sinnaður flokkur, og stendur hetta eisini skrivað í stevnu floksins. Saman við skilagóðum búskaparpolitikki og eisini einum skilagóðum vinnupolitikki, so hevur Sambandsflokkurin samstundis altíð havt tann sosiala profilin sum sítt skjaldramerki.

Hetta, at Sambandsflokkurin er ein sosialt sinnaður flokkur, tað er nakað, sum eg taki fult undir við og eisini gangi nógv inn fyri. Hetta økið kenni eg hampiliga væl til, og hevur tað eisini mín stóra áhuga.

Avbjóðingarnar er nógvar á hesum øki, men tær eru sjálvandi til at loysa. Eg nevni her stutt tríggjar av avbjóðingunum.

Vit vita, at m.a. tær lógarbundnu útreiðslurnar økjast munandi næstu árini. Fleiri orsakir eru til tað, og ein teirra er økta talið av pensiónistum, sum ger, at upphæddin til pensiónir økist nógv. Her verður neyðugt við onkrum tillagingum, sum sjálvandi skulu gerast stigvíst. Hetta er partur av pensiónsnýskipanini, sum nú má fáast sett í verk.

Vit vita eisini, at útreiðslurnar til tillagað størv fer at økjast næstu árini.

Tørvur á íløgum til bústaðir til fólk við breki er stórur – serliga í høvuðsstaðnum, men eisini kring landið er tørvur. Fyri nøkrum árum síðani var vanligt at keypa bygningar til slíkar bústaðir, fyri síðani at broyta teir, so teir kundu brúkast til endamálið, men tað var ikki ein góð loysn. Seinastu árini er bústaðir bygdir júst til endamálið, og tað er rætt og gott, og tað eiga vit at halda fram við.

Sum eg síggi tað, so verður neyðugt bæði við nýhugsan og fleiri pengum til økið næstu árini.

Sambandsflokkurin tekur vælferðina hjá øllum borgarum í størsta álvara og fer at gera sítt besta til, at vit fáa skilagóðar loysnir á nevndu avbjóðingum.

Gott val!

Magnus Rasmussen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur