Lat okkum fáa fakligheit inn í politikkin

23. august 2015



Tá eg fór inn í politikk í 2007, segði táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, at nú skuldi búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss læra seg at vera politikari - og ikki fakmaður.

Við hesum orðum segði løgmaður í veruleikanum, at fakfólk við serligari vitan skulu ikki nýta teirra fakliga kunnleika í politikki, tí í føroyskum politikki er ikki rúm fyri vitan, kunnleika og sakligari viðgerð av samfelagsviðurskiftum.

Løgfrøðingar, búskaparfrøðingar, vinnulívsfólk og fakfelagsfólk skulu sostatt gloyma alt tað tey hava lært og ístaðin fara inn í politiska spælið uttan at nýta serkunnleikan til nakað.

Eg eri grundleggjandi ósamdur í hesum sjónarmiðnum. Eg meini, at vit júst hava brúk fyri fólki við sterkari fakligari vitan um samfelagsviðurskiftini fyri at skapa tað samfelagið vit ynskja okkum. Vit hava brúk fyri at tosa opið og sakliga um skeivleikar í samfelagnum og um hvørjar møguligar loysnir fyriliggja, soleiðis at vit kunnu velja røttu loysnirnar.

Føroyskur politikkur er alt ov merktur av politiskum ullatosi og glantrileiki.

Um vit skulu menna hetta samfelagið og lyfta tað framá, er neyðugt at styrkja fakliga kunnleikan og sakliga kjakið í Tinginum.

Eg veit, at mong við mær halda, at føroyskur politikkur er alt ov merktur av orðaskvaldri, av at politikarar bara siga okkurt, og at eingin veruligur substansur er aftanfyri orðini.

Lat okkum berjast fyri, at hesi viðurskifti koma uppá pláss, soleiðis at vit fáa langtíðarloysnir har flokkarnir gera breiðar semjur, ið eru fakliga grundaðar. Lat okkum fáa stabilitet inn í politikkin, har vit í breiðum semjum uppbyggja landið.

Eg meini, at tíðin er búgvin til, at sakligheit, fakligheit og reiðiligheit fáa rúmd í føroyskum politikki.

Magni Laksáfoss
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur