Aldursmarkið fyri rúsdrekka verður varðveitt

23. august 2015


Onkur hevur fingið ta skeivu fatan, at Sambandsflokkurin vil lækka aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka


Fleiri spyrja, um Sambandsflokkurin vil lækka aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka.

So er ikki.

Kaga tú í valskránna, sum vit í felag løgdu fram mánadagin.

Har stendur, at Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri at fáa eina ”NULL-hugsjón við rúsevni millum ung”.

Royndir og gransking vísa, at tess longri ungdómur er burtur frá rúsandi evnum, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey sleppa undan trupuleikum av rúsevnum seinni í lívinum.

Hetta er í grundini ein góður og positivur boðskapur.

Trupulleikin við rúsevnum, íroknað alkohol, er skjótt vaksandi, og tað hevur hann verið í rúma tíð. Ikki minst millum ung.

Vandin við alkoholi er ikki bara sálarligur. Skaðin er eisini likamligur, um tú ofta ert rúsað/ur ein part av lívinum. Kroppur og kenslur eiga at fáa loyvi til at menna seg uttan at verða niðurbrotin av rúsevnum.

Tíverri vísir tað seg, at brúk av rúsevnum kann koma aftur um brekku – um ikki beinanvegin so seinni í lívinum. Av tí sama er umráðandi, at aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka verður hildið, har tað er.

Mín ynskistøða er at liva í einum samfelag, har ið eingin hevur tørv á at rúsa seg.

Tann vegin áttu vit eisini at arbeitt politiskt.

Bernhard Højgaard Petersen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur