Heilsuverkið - ein stór avbjóðing

24. august 2015



Ongin politikari eigur at ivast í, at ein tann størsta avbjóðingin í allari vælferð, er heilsuverkið.

Kostnaðurin er høgur og tað krevur høgt fakligt støði at reka heilsuverkið. Heilivágurin er rættuliga dýrur, men kortini eru vit noydd at gjalda fyri hann, tí okkara støðið skal svara til tað støðið, okkara grannalond hava.

Gjøgnum mong ár hava vit havt eitt stríð innan heilsuverkið, sum mest hevur snúð seg um vit skulu hava eitt ella trý sjúkrahús.

Hetta er eitt kjak, sum við hvørt virkar meiningsleyst, tí vit hava trý sjúkrahús. Vit skulu sum politikarar syrgja fyri, at tey verða brúkt effektivt , og vit eiga at sleppa burtur frá dupultfunktiónunum.

Eitt valstríð gerð ikki orðaskiftið lættari, nú verður politiskt blandað seg uppí hvør deild skal verða opin, ein kann so freistast at spyrja um man eisini hevur eina meining um, hvørjar deildir skulu lata aftur.

Føroyar er eitt oyggjasamfelag, sum setur krøv til okkum politikkarar. Vit eiga at hava sum mál, at øll føla seg trygg líkamikið, hvar í landinum tú velur at búleikast, tí eigur tann besta loysnin at verða vald. Hvør hon er eigur altíð at verða ein læknafaglig niðurstøða, vit hava stutt sagt ikki skil fyri øðrum.

Avbjóðingin liggur í at gjalda fyri dýra heilivágin, men so sanniliga er ein avbjóðing eisini at fáa nóg mikið av læknum higar at arbeiða.

Nógvir føroyingar hava útbúgvingina, men fleiri teirra koma ikki aftur hendanvegin, tí viðurskiftini eru so ótrygg og krevja so nógv av fáu læknunum.

Lat okkum seta okkum saman og loysa hesar trupulleikarnar við at brúka vit og skil.

Fyri meg er matrikkulnummarið ikki avgerðandi, men eitt gott heilsuverk, hvar tað er avbjóðandi og mennandi fyri tey starvsfólk, sum velja heilsuverkið sum sítt starvsøkið.

Eivin Jacobsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur