Íleggingargrunnurin tryggjar framburð í Føroyum

24. august 2015



Í politisku skipanini í Føroyum er lítið og einki at hoyra um danska grunnin, Íleggingargrunnin fyri Føroyar.

Men hóast tað, so hevur júst tann grunnurin havt avgerandi týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum seinastu nógvu árini.

Tá farið varð undir at gera fyrst Vágatunnilin, og síðani Norðoyatunnilin, trúðu eingir fíggjarstovnar, at tað var vert at fíggja íløguna, tí hon fór ikki at bera seg. Tí var tað bara danski Íleggingargrunnurin, sum fíggjaði tunlarnar.

Teir báðir tunlarnir eru størstu framstig, sum eru hend á samferðsluøkinum í Føroyum nakrantíð. Nýtslan av tunlunum er so stór, at báðir mestsum hava goldið skuldina aftur.

Og nú farið verður undir størstu samferðsluætlanina í Føroya søgu, Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar, verður Íleggingargrunnurin eisini við til at fíggja ta íløguna.

Tá Flogvøllurin í Vágum varð yvirtikin, og síðani útbygdur, kom peningurin eisini úr Íleggingargrunninum. Tað var ikki sum lán, men 365 mió.kr. vórðu tiknar úr grunninum til fyrst at leingja flogvøllin, og síðani at byggja nýggja farstøð við flogvøllin.

Tær 365 mió.kr., sum vórðu tiknar úr grunninum, skulu ikki gjaldast aftur, talan var um eina gávu frá danska Fólkatinginum til føroyingar, tí Fólkatingið hevur ræðisrættin yvir Íleggingargrunninum fyri Føroyar.

Taka vit samanum, so hevur danski Íleggingargrunnurin fyri Føroyar, givið og lænt føroyingum yvir eina milliard kr., bara í hesi øldini til íløgur, sum hava alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Tí í øllum trimum førunum er talan um sólskinssøgur fyri føroyska samfelagið.

Eg skilji væl, at politikararnir á loysingarveinginum ikki vilja tosa um Íleggingargrunnin, og enn minni rósa donsku pengunum.

Men eg vóni, at tit veljarar leggja tykkum í geyma, hvussu stóran týdning danski Íleggingargrunnurin, og harvið Ríkisfelagskapurin, hevur havt og hevur fyri føroyska samfelagið.

Hann er trygd fyri menningina av føroyska samfelagnum.

Tað eiga tit at hugsa um á løgtingsvalinum 1. september.

Annfinn Brekkstein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur