Politisk avrik og úrslit

24. august 2015



Avrikini undir sitandi samgongu tala fyri seg sjálvi – her er nøkur afturat úr rúgvuni innan øll øki

Andstøðan sigur, at hetta hevur verið ein niðurlagingarsamgonga - ein samgonga, sum hevur gjørt meira skaða enn gagn.

Onki er meira skeivt enn tað, men sum gamla orðatakið sigur – ”ilt eyga onki gott sær” - og tí mugu vit enn einaferð visa á, hvussu sera nógv er framt hetta tíðarskeið, meðan tey hava snorksovið í andstøðu, - og vit hava munandi økt vælferðina, minka arbeiðsloysið niður á 3,2 % og fingið fólkavøkstur aftur.

Her eru nøkur høvudsmál av framdum málum úr rúgvuni :

Vinnumál og Fiskivinnumál
• Alivinnan, størsta útflutningsvinna okkara, fingið víðka aliøki og bestu og tryggastu karmar at virka undir - er heimsins fremsta innan aling av laksi
• Nýggj aliøki ásett við Svínoynna, undir Neslandinum, á Sandsvág/Skúvoyarfirði og Hvalbiarfirði
• Uppsjóvarvinnan munandi betur karmar og størri veiðimongd
• Uppsjóvarvirki bygd á Tvøroyri, Fuglafirði og Vestmanna
• Ferðavinnustrategi gjørd og virkar eftir ætlan
• FAS bestu karmar at virka undir – og eru nú um 90 skip skrásett
• Atlantic Airways tikið av keypssálanum og er aftur Ogn Føroya fólks og nýggj strategi løgd i m.a. viðførir munandi bíligari ferðaseðlar.
• Atlantic Airways ordra nýggjar tyrlur og nýtt Airbus 320 flogfar til levering í ár og komandi ár
• Vága Floghavn útbygd og umstøðurnar fyri flogferðslu munandi betraðar
• Nýggjur floghavnsterminalur bygdur fyri 130 mió.kr.
• Granskingarsetrið INOVA er tikið í nýtslu, eitt risalop fyri granskingarumhvørvið i Føroyum
• Vækstfonden settur í gildi aftur fyri Føroyar, so íverksetarar kunnu fáa risikovilligan kapital og øktar fíggingarmøguleikar
• Nýggj skip til Skúvoyar og Norðoyggjar
• Nýggj Nólsoyarferja bjóða út til bygging
• Atgongdin til útlendska arbeiðsmegi munandi bøtt, tá tað um faklærda arbeiðsmegi ræður

Sosial- og almannamál
• Eldraøkið er lagt út til kommunurnar og fyrsta føroyska eldralógin gjørd
• Barnaumboðsmaður er settur á stovn til tess at verja rættindi hjá børnum smb. barnarættindasáttmálanum
• Barnahús sett á stovn, sum bøtir um og verjir børn, sum hava verið úti fyri kynsligum ágangi og harðskapi
• Depil til fjølbrekað børn og ung bygdur í Rúnavík
• Økisdepil til fólk við sálarsjúku í gerð í Sandoy
• Íbúðir til sálarveik bygt í Vági
• 40 íbúðir til fólk við sálarsjúku og menningartarni bygdar í Havn, Klaksvík og Runavik
• Fountainhúsið sett á stovn – arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku
• Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (rúmligur arbeiðsmarknaður)
• Lóg um endurvenjing (lógartryggjaður rættur )

Heilsumál
Út- og umbyggingar av Landssjúkrahúsinum fyri uml. 400 mió.kr.

Nýggj heilsutænasta sett á stovn við ráðgeving innan diabetis, hjarta og æðrasjúku, krabbamein og børnum.

Heilsudeplar stovnaðir kring landið.

Heilsutrygd - børn og ung ikki gjalda egingjald.

Áseting um endurvenjing innan sjúkrahúsverkið

Menta- og útbúgvingarmál
479 fleiri næmingar á miðnámið og hægri lestri 2008-2014 soleiðis býtt:
188 = 27% fleiri næmingar til Hægri lesna í tíðarskeiðnum 2008-2014
291 = 14% fleiri næmingar til miðnám i tidarskeiðnum 2008-2014

Bygging av Marknagils skúladepli fyri 515 mió.kr.

Kringvarpshúsið útbygt fyri 16 mió.kr.

Tekniski skúla i Klaksvik útbygdur fyri 36 mió.kr.

Miðnámsskúlin á Kambsdali útbygdur fyri 32 mió.kr.

Peningur játtaður til ítróttarskúla í Vági.

Játtan til Fróðskaparsetri hækkað.

Nýggjar yrkisútbugvingar innan matvøruyrki, innan sniðgeving og tilvirking úr føroyskum tilfeingi.

Lestrarstuðulin fyri lesandi við børnum hækkaður 200 kr.pr.mðr. fyri hvørt barn.

Loftbrúgv til tónleikarar og listafólk sett á stovn saman við vinnuni.

Filmspolitikkur orðaður og peningur avsettur til filmsframleiðslu á figgjarlógina.

Figgjarliga eru vit eisini við at koma uppá turt aftur - eftir skilaleysu niðurbræðingina av blokkinum i 2002 og eksplosiva útreiðsluvøksturin framdan av fullveldissamgonguni, bæði fram til 2004 og stuttað skeiði CHE hevði valdi 2008. Hetta hevur kostað føroysku tjóðini gódar 6 mia.kr., sum vit nú mugu byrja at gjalda av uppá, tí neyðugt hevur verið at figgja árligu hallini við lántøku .

Góða gongdin kann skjótt vendast um andstøðuflokkarnir fáa valdið eftir valið. Tí er umráðandi stuðla Sambandsflokkinum til hetta valið - hann borgar fyri tryggleika og vælferð fyri land og fólk okkara.

Johan Dahl, landsstýrismaður


RN


Aftur