Føroyska náttúran: UN-PROTECTED...

25. august 2015



Un-spoiled, un-belivable, un-tamed o.s.v., eru slagorð, ið ferðavinnan við heppnari hond hevur megnað at draga alt fleiri ferðafólk til landið við.

Hetta er at gleðast um, og gevur samfelag okkara eitt fíggjarligt íkast, vit harðliga hava brúk fyri. Men hetta heiðursmerkið hevur tíverri eisini eina baksíðu.

Seinastu dagarnar, hevur Umhvørvisstovan, fuglafrøðingar og onnur, verið frammi í fjølmiðlunum, og greitt okkum frá, hvussu náttúra okkara “bløðir”, undan einum vaksandi ferðafólkatrýsti.

Fólk ferðast um náttúru okkara, sum teimum lystir, og skjóttgangandi bátar sigla fólk tætt upp at fuglalondum, sum annars liggja púra órógvað av menniskjanum. –undir óskipaðum viðurskiftum.

Men tað eru ikki bara ferðafólk, sum eru ein trupulleiki, tað eru vit sjálvi eisini. Tey atlit vit hava, tá vit ferðast í náttúru okkara, eru tey, vit hava lært frá barnsbeini, av foreldrum okkara ella í barnaskúlanum. Náttúruvernd okkara er óskipað og ótíðarhóskandi.

Føroyar gjørdist partur í altjóða sáttmála um at varðveita og verja “lívfrøðiligt margfeldi” longu í 1993, og í 2001 legði ein nevnd, sett av táverðandi Landsstýri, fram frágreiðing, sum staðfesti, at verandi náttúrulóggáva, á ongan hátt verjir náttúruna nóg væl og stórur tørvur var á einum stovni at fyrisita náttúruverndarmál.

Hóast skjótt 15 ár eru liðin síðan hetta, hava skiftandi samgongur ikki givið náttúruvernd nakra rúmd yvirhøvur. Alt okkara náttúrutilfeingið innan fuglalív og plantuvøkstur liggur púra óvart - UNPROTECTED

Í útgangsstøðinum, vantar okkum eitt yvirlit yvir, hvussu náttúra okkara hevur tað, hvussu fuglalív og plantuvøkstur hevur tað – við øðrum oðrum: hvussu lívfrøðiliga margfeldið sær út.

Vit hava sostatt ongi nøktandi hagtøl og tilfar, sum vit kunnu grundað eina virkna náttúruvernd á.

Eitt yvirlit yvir fuglar og plantur, ið er gjørt eftir reglum hjá altjóða náttúrufriðingarstovninum IUCN, vísir, at tað í Føroyum eru 54 sløg av fuglum og 74 sløg av plantum, sum eru í vanda fyri at doyggja út – eitt ræðandi tal, sum vit neyvan geva okkum far um í gerandisdegnum.

Øll okkara vinna er fullkomiliga bundin at einari væl virkandi náttúru. Tað veri seg, um tað er fiskivinna, alivinna, landbúnaður ella ferðavinna. So hvørt sum tað minkar av náttúruni, so hvørvur okkara inntøkugrundarlag.

Tað er tí av størsta týdningi, at vit taka verjuna av náttúru okkara í álvara.

Komandi valskeið skal skjøtil setast á at gera eina náttúruverndarlóg, samstundis skal peningur játtast til at skráseta lívfrøðiliga margfeldi í Føroyum. Vit skulu vita og ikki gita um náttúru okkara, soleiðis at vit kunnu skapa haldgott grundarlag at skipa eina munagóða fyrisiting og verju av henni.

Heini Fosaa
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur