Tunlar og raðfestingar - Trongisvág og Hvalba?

26. august 2015



Tað sera óhugaligt at standa á síðulinjuni og síggja, hvussu vit í Suðri verða hildin fyri spott.

Nú runga vallyfti fyri einar tvær milliardir. Men valevnini hava væl ikki gloymt, at ein bygd í Suðuroynni eitur Hvalba og har er nógv virkisemi og arbeiði.

Tørvurin er yvirhonds stórur at fáa eina tíðarhóskandi farleið.

Okkara farleið er farin um tey fimmti ár og er sera sera sera vandamikil.

Um tit geva tykkum stundir at steðga á og hyggja upp undir takið/ loftið á hesi pensióneraði farleið, so síggja tit, hvussu tunnilin er skapaður innan. Henda sjón er ikki fyri veikar sálir.

Einasta rætta er at gera nýggjan tunnil, heldur í gjár enn í morgin.

Vónandi eru fleiri, ið hugsa sama tanka sum eg.

Far á val og vel ein, ið vil framgongd.

Vónandi lesur onkur hetta, ið hevur eitt orð at siga.

Hvør kann og torir at siga, eitt orð. – Eg kann verða tín rødd á Løgtingi.

Niels Olaf Eyvindsson
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur