Hvar er samvitskan?

26. august 2015



Greitt er, at niðurskurðurin í blokkinum, sum fullveldissamgongan 2002-2004 greiddi úr hondum, er beinleiðis orsøk til, at fíggjarlógin hevur víst hall í 10 av seinastu 14 árunum.

Samanlagt hevur samfelagið mist umleið 6 mia.kr. í inntøkum av hesum niðurskurði. Úrslitið er, at landskassin í dag hevur eina skuld, sum táttar í 6 mia.kr. brutto, sum svarar til 45% av BTÚ.

Sera lága rentustøðið saman við góða skotsmálinum Føroyar fáa frá kredittmetingarstovnum merkir, at vit beint nú, ikki kenna svian frá hesi skuld... Men vit skulu ikki gloyma, at hvørt %-stig rentan hækkar, fer at kosta landskassanum 60 mió árliga í øktum rentuútreiðslum.

Tað er eyðsýnt, at henda gogndin má steðga nú, um samfelagið ikki skal fara um koll – samstundis sum tað er vanvirðiligt mótvegis komandi ættarliðnum at lata eftir okkum eina rokning til teirra at gjalda.

Tað er alneyðugt at loysa trupulleikan við "strukturella" hallinum, sum landskassin vísir ár eftir ár.

Hóast tað er ódámligt, verður neyðugt at breiðka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum - skattaskipanin skal endurskoðast og útreiðsluvøksturin hjá landskassanum skal tálmast soleiðis at endarnar fáast at røkka saman, og at landskassin verður førur fyri at rinda ovurstóru skuldina

Nútíðarskattingin av pensiónum skal bakkast niður á null aftur, so komandi ættarlið eisini hava ein møguleika at reka hetta samfelag.

Landskassin skal geva yvirskot, og almenna skuldin skal afturrindast, soleiðis at vit við góðari samvitsku kunnu lata eftirkomarum okkara hetta samfelag.

Góði veljari
Hetta fram til valið fara vit at síggja valevnini slongja um seg við lyftum um bæði líkt og ólíkt. - Keypa sær atkvøður við skattaborgarans pengum, uttan mál og mið, og uttan fyrilit fyri at veruliga uppgávan, er ein onnur enn at fylla sær lummaranar nú.

Bít ikki á "skattalætta-agnið"! So leingi Landskassin hevur undirskot, kunnu tit tað sama fara í "Expressbank" at taka tykkum eitt lán - tit sleppa at gjalda tað aftur.

Fólkaflokkurin egnir eisini við longdum barsilsfarloyvi. Ja, hví ikki tað!...Minst bara til, at tað er løntakarin sjálvur, saman við arbeiðsgevara sínum, sum rindar fyri hetta farloyvið, og skal farloyvið leingjast, so skal inngjaldið væl eisini tillagast teimum hægri útreiðslunum Barsilsgrunnurin fær. So her er í veruleikanum talan um eina skattahækking og ikki eina gávu frá Fólkaflokkium!

Bara við ryggsterkum politikarum, sum hava skynsemi og javnvág í huga, arbeiða vit okkum fram á mál aftur.

Vel ein sterkan Sambandsflokk á ting á komandi løgtingsvali. Vit vilja fáa samfelag okkara burtur úr og verja tað móti tí "eksperimentalpolitikki", sum loysingarflokkarnir borðreiða við.

Heini Fosaa
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur