Sálarlig sár, ið ikki vilja lekjast

26. august 2015


Er tað rímiligt, at bundið verður fyri hjálp og endurgjaldi til kynsliga misbrúkt fólk, bara tí tey eru vorðin 25 ár? Nei, tað er ikki í lagi, og her skal broyting til


Tit vita tað. Tit hoyra tað. Og tit síggja fylgjurnar. Men tit gera ov lítið.

Hetta er tað, sum fólk áhaldandi siga. Ikki minst tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og nú dragast við sonevnd “seinárin”. Hetta eru sálarlig sár, ið ikki vilja lekjast.

Vit hoyra teirra neyðarróp aftur og aftur.

Familjur í knúsi
Tey, sum ikki fáa neyðuga hjálp, og tey eru mong, eru “tikkandi bumbur” í okkara samfelag. Skaðin, tey hava fingið av kynsligum ágangi, er ógvusligur og ræðandi, og familjurnar óttast, nær ið bumban brestur.

Hetta ávirkar øll.

Eg eri komin í samband við eitt ótal av fólki, har familjur eru í knúsi, tí ein av teirra hevur verið fyri ágangi, ella ein av teirra nærmastu hevur framt kynsligan ágang. Ofta er tað ein í familjuni ella í nærumhvørvinum, sum hevur framt ágangin. Fleiri koma væl fyri seg, meðan onnur dragast við afturvendandi trupulleikar.

Tað er eisini galið, at fólk eru noydd til at standa alment fram og greiða frá sera eymum persónligum upplýsingum, fyri at onnur skulu fáa vitan og ávaring um, hvat ið fyriferst.

Fólkaheilsustovnurin eigur at hava uppgávuna og ábyrgdina av at upplýsa um skaðan av kynsligum ágangi hjá kvinnum og monnum – og um týdningin av at viðgera seinárin.

Tey binda fyri
Um tú hevur brúk fyri viðgerð frá sálarfrøðingi, so skalt tú hava verið fyri kynsligum ágangi, áðrenn tú fylti 18 ár. Møguligt er at fáa endurgjald, inntil tú ert 25 ár. Tá verður bundið fyri.

Kanningar vísa, at oftast eru fólk eldri enn 25 ár, tá tey leita sær hjálp. Summi viðurskifti her í lívinum taka langa tíð. Av tí sama er einki endamál við einum aldursmarki. Aldursmarkið má strikast.

KRIS veitir viðgerðartilboð fyri seinárin. Tilboðið verður fíggjað við stuðli á fíggjarlógini og sjávbodnari arbeiðsmegi. Henda játtanin eigur at verða hækkað og má fíggjast sum viðgerðartilboð, so serkøn kunnu setast í starv eisini.

Vit hava fingið eina frágreiðing um kynsligan ágang. Barnahúsið er komið, og barnaumboðsmaðurin er settur á stovn. Fráboðanarskyldan innan barnavernd er herd, og upplýst er kring alt landið um, hvussu týðandi tað er at siga frá.

Fyrningarfreist burtur og harðari revsing
Eg vil arbeiða fyri at fáa somu viðgerðartilboð fyri kynsligan ágang sum fyri rúsdrekka. Bæði tilboðini eru lívsneyðug og skulu styrkjast og útbyggjast.

Framhaldandi vil eg arbeiða fyri at fáa hægri játtan til viðgerð av seinárinum av kynsligum ágangi, og at krav um barnaváttan fer at galda. Fyrningarfreistin skal takast upp, og – ikki minst – skal revsingin fyri kynsligan ágang herðast.

Rósa Samuelsen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur