Trúgvur móti sær sjálvum

26. august 2015


Fólk skulu vita, hvar tey hava Sambandsflokkin, og ongantíð aftur skulu onnur gera av, hvussu sambandspolitikkur skal rekast


Valdagurin nærkast, og tað er umráðandi, at veljarar vita, hvat ið teir fáa, um teir atkvøða fyri Sambandsflokkinum.

Mín politiska missión í Løgtinginum er at økja inntøkurnar, og tað ber væl til. Við øktum inntøkum skulu vælferðartænastur til føroyingar styrkjast. Og so skal samstarvið í Ríkisfelagsskapinum støðugt útviklast.

Sum eg síggi tað, má okkara flokkur savna seg um síni grundleggjandi virði, tá setast skal út í kortið fyri komandi valskeið.

Grundsúlurnar eru sosial-liberala stevnan, Ríkisfelagsskapur og hitt kristna mentanargrundarlagið.

Um flokkurin er trúgvur ímóti sær sjálvum, gongst honum væl.

Fólk skulu vita, hvar ið tey hava Sambandsflokkin, og tað fari eg at stríðast fyri.

Edmund Joensen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur