Borgarstjóri og/ella løgtingsmaður?

26. august 2015



Sum kunnugt, so eri eg eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið 1. september.

Eg havi fingið fleiri fyrispurningar, hvussu so við borgarstjórasessi og tí kommunala framyvir?

Fyri, at eingin ivi skal verða, so hesi orð:

Fyrst er at siga, at eg eftir nøkur ár í komunupolitikki havi góðan hug at sleppa at royna meg á landspolitiska pallinum. Sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu, so meti eg meg at hava fingið bæði samfelagsligt innlit og politiskar royndir, sum eg væl kann gera brúk av í landspolitikki.

Eg havi tikið avgerð um, at eg stilli ikki upp aftur til kommunuvalið næsta ár. Eftir átta árum í kommunupolitikki, so er tíðin - fyri mítt viðkomandi - komin at takka fyri meg. Hendan avgerð er ikki tengd at, um eg verði valdur á løgting ella ikki.

Eg havi eisini tikið avgerð um, at eg dugi ikki at ímynda mær at vera borgarstjóri í Runavíkar kommunu – tann trið størsta kommunan í Føroyum - og samstundis at vera løgtingsmaður.

Hetta sigi eg út frá knapt sjey ára royndum sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Skuldi tað hent, og tað vóni eg, at veljarin vísir mær álit, og eg verði valdur á ting, so fari eg at seta fram ynski til býráðið um at verða loystur úr starvinum sum borgarstjóri 1. januar 2016.

Gott val!

Magnus Rasmussen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur