Vit kunnu ikki liva av at býta um rokningar

27. august 2015



Eg havi ferðast dagliga millum Havnina og Skálafjørðin í nógv ár, og havi tí onkuntíð hugsað tankan, at tað hevði verið munandi lættari at búð í Havn. Tað hevði spart næstan tríggjar tímar dagliga í bussi. Men tað er ikki bara fyrimunur at búgva í Havn. Ein vansi er, at í Havn skalt tú rokna við eini sethúsaskuld, sum er munandi størri, enn tá tú býrt á bygd.

Rentustuðul og ferðastuðul
Men so er tað, at politikarar koma inn á banan. Tað er so synd í teimum, sum skylda nógv, og tí geva vit teimum almennan rentustuðul. Landskassin skal gjalda ein part av rentunum fyri tey dýru húsini. Men sum við øllum øðrum hjá landskassanum, so mugu pengarnir fyrst krevjast inn, áðrenn teir kunnu gjaldast út.

So tá bygdarmaðurin, við tí lítlu skuldini, rindar skatt, so fer ein partur at pengunum til at gjalda fyri tey dýru húsini hjá borgaranum í Havn. Av tí sama hevur bygdarmaðurin minni eftir at ferðast fyri.

Men so vaknar politikarin aftur. Nú er tað so synd í bygdarmanninum, tí hann skal brúka so nógvar pengar til ferðing. Og hvat gera vit so? Jú vit geva honum ferðastuðul.

So tá havnarmaðurin rindar skatt, so ferð ein partur av pengunum til ferðaseðilin hjá bygdarmanninum. Og so er sjálvandi óneyðugt at siga, at eitt úrslit av hesum verður, at havnarmaðurin hevur minni eftir at gjalda rentu við.

Frá lumma til lumma
Vit senda rokningar frá vinstra lumma, yvir í høgra lumma, og senda so aðrar rokningar frá høgra lumma yvir í vinstra lumma. Og tað kalla vit ”at loysa trupulleikar.”

Tíverri hava vit nógv dømi um hetta í føroyska samfelagnum. Vit viðgera smálutirnar og gloyma tað yvirskipaða. Hvørja ferð eini hús verða bygd, so má renta gjaldast, og hvørja ferð eitt strandfaraskip loysir, ella ein bussur startar, so kostar tað pengar. Tað er bara ein spurningur um, hvør skal hava rokningina, brúkarin ella skattgjaldarin. At býta um rokningar ger tað ikki bíligari.

Hetta eigur tú sum veljari at hugsa um, nú nógv vallyfti um ókeypis tænastur verða givin. Einki er ókeypis, og eingin verður ríkur av at býta um rokningar.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur