Hjúnabandslógin skal varðveitast óbroytt

27. august 2015



Hjúnalagið millum ein mann og eina kvinnu, soleiðis sum vit kenna tað í dag, hevur sína grund í kristnu mentan føroyinga í nógv hundrað ár.

Hjúnalag, sum er innsett at vera millum mann og kvinnu er gagnligt fyri parløg, er gagnligt fyri børnini, fyri tað einstaka menniskja og samfelagið.

Grundað á hesa siðbundnu kristnu áskoðan á hjúnalagið, og tí vælsignilsi, hetta hevur yvir sær, hava okkara gudsóttandi forfedrar bygt vakra land okkara upp sum eitt kristið land.

Nú er hesin vælsignaði kristni siðaarvur, sum hjúnalagið er, millum ein mann og eina kvinnu, fyri álvarsligum ágangi frá fleiri politiskum og samfelagsligum síðum, sum vilja gera hjúnabandið kynsneutralt, so maður kann giftast við manni og kvinna við kvinnu.

At hetta er eitt stríð millum politiskar flokkar og áskoðanir eru vit øll greið yvir, men tað er ikki byrjað politiskt, nei, við hesum eru vit komin inn í og blivin ein partur av einum andaligum stríði, sum gongur fyri seg í einum stórum parti av heiminum. Nøkur lond hava givið eftir fyri trýstinum, men enn eru tað tey flestu londini í heiminum, sum halda fast við hjúnalag millum mann og kvinnu og loyva tí ikki hjúnalag millum tveir menn ella millum tvær kvinnur.

Eg eri ímóti at broyta verandi hjúnabandslóg, ella at gera hana kynsneutrala, so maður kann giftast við manni og kvinna við kvinnu, tí tað vil niðurbróta tey kristnu virðini, sum hjúnabandslógin inniheldur, og sum hevur ríka føroyska samfelagið sum eitt kristið land.

Tað hevur ongantíð verið vigtigari enn nú, at vit sum menniskju og kristin standa saman og verja verandi hjúnalag, millum mann og kvinnu, tí nú er løtan okkara, sum liva í dag, ið kemur at vísa, um vit bara fylgja við tíðarandanum í hesum heimi ella vit tora at standa fram og verja hjúnalagið millum ein mann og eina kvinnu í anda og kraft Guds.

Hjúnalagið millum ein mann og eina kvinnu er eitt av mínum hjartamálum, sum eg vil stríðast fyri at verja, so leingi eg hava møguleika til tað, tí eg trúgvi og veit, at hetta er tað einasta rætta og besta fyri land og fólk okkara.

Ert tú samdur við mær í hesum, og hevur tú hesa somu áskoðan á hjúnalagið, so biði eg um tín stuðul og tína atkvøðu, tí tá vil hon verða brúkt til at verja verandi hjúnabandslóg óbroytta, sum er til vælsignilsi og uppbyggjandi fyri bæði land og fólk.

Alfred Olsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur