
Fiskiflotin skal tillagast
27. august 2015
Fiskifrøðingar meta, at tað eru óneyðuga nógv fiskifør í fiskivinnuni. Um fiskiflotin minkaði niður í eina helvt, vil sama mongd av fiski koma upp á land.
Hvørt ár mugu vit tí útrokna lutfallið millum veiðiorku og fiskatilfeingi. Í miðal yvir t.d. 5 ár skal tað vera samsvar.
Vit fáa mest úrtøku, um fiskiflotin er so lítil sum gjørligt, men samstundis klárar at fiska allan fiskin.
Dømi um roknistykki
Á hvørjum ári skulu vit rokna út veiðiorkuna av flotanum í mun til fiskatilfeingi. Hetta roknistykkið kundi t.d. sæð soleiðis út:
Ár |
Veiðiorka % |
Ov nógv veiðiorka % |
Viðmerking |
2010 |
200 |
100 |
100% yvirkapacitetur |
2011 |
203 |
103 |
|
2012 |
190 |
90 |
|
2013 |
180 |
80 |
|
2014 |
170 |
70 |
|
2015 |
160 |
60 |
|
2016 |
150 |
50 |
50% yvirkapacitet |
2017 |
140 |
40 |
|
2018 |
130 |
30 |
|
2019 |
120 |
20 |
|
2020 |
110 |
10 |
10% yvirkapacitet. |
2021 |
100 |
0 |
Javnvág Veiðuorka/Skip |
Talvan vísir eitt hugsað dømið, har veiðuorkan á flotanum verður útroknað.
Um veiðuorkan er 100%, so klárar flotin akkurát at fiska allan fiskin. Um veiðiorkan er 200%, so hava vit dupulta veiðuorku í mun til, hvat er neyðugt.
Spurningurin er nú, hvør tann optimala støddin á flotanum er. Tað optimala punktið liggur, har samsvar er millum fiskanøgd og veiðuorku, t.v.s í hesari talvu har veiðuorkan er um 100-110 %.
Hví rokna vit ikki út, hvussu nógv veiðuorka er í føroyska flotanum hvørt ár? At vit hava alla hesa veiðuorkuna merkir, at vit søpla virðini í fiskivinnuni burtur.
Niðurstøða
Vit skulu hvørt ár at rokna út veiðiorkuna í fiskiflotanum.
Vit kunnu ikki góðtaka, at okkara virði verða søplað burtur av einum flota, ið tjenar alt ov lítið, av tí, at alt ov nógvir fiskifør eru.
Tað er ein landsuppgáva at tvinga fiskiflotan at hava eina hóskandi stødd. Landið kann til dømis regulera við at seta eitt kiloavgjald á veiðuna, so at tann tyngsti parturin av flotanum verður lagdur.
Martin Pauli Jacobsen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið
RN
Aftur