Fiskivinnunýskipan

27. august 2015



Fiskivinnan er saman við alivinnuni størsta útflutningsvinnan, sum ár undan ári, hevur økt um føroyska búskapin.

Sum er, hevur vinnan eina servitan, ið ikki er komin av sær sjálvum, og skal hon varðveitast og mennast her á landi.

Hendan vitanin er grundarlagið undir trygdini á sjóðnum, har nýtíðmans tól og arbeiðshættir áhaldandi verða ment við atliti til arbeiðsumhvørvið og trygdina hjá føroyska fiskimanninum. Harumframt er vitanin í føroysku fiskivinnumi og fiskaíðnaðinum grundarlagið undir tí stóru virðisskapanini úr fiskatilfeinginum.

Eg fari at arbeiða fyri, at øll fiskivinnan hevur tryggar karmar at virka undir soleiðis, at hon framhaldandi verður ment og verður í heimsflokki. Tá verður hon framhaldandi eitt trygt støði undir føroyska búskapinum.

Sambandsflokkurin fer ikki at loyva ivasomum royndum við okkara høvuðsvinnu.

Svend Sivertsen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur