Fyrireika samfelagið til framtíðina

27. august 2015



Tað skal gott og trygt at vera í Føroyum
Vit eru nógv í samfelagnum, borgarar, vinna og ymiskir áhugabólkar, sum øll vilja hava tað gott - og eisini um 5-10-15 ár.

Hetta kemur kortini ikki av sær sjálvum. Sum onkur hevur sagt ... framtíðin kemur av sær sjálvum, men tað ger framburður ikki.

Eg dugi at síggja, at tað eru fleiri sera týðandi mál, sum muga setast á politisku dagskránna fyri at framtíðartryggja okkara samfelag og vinnu.

Tað eigur at verða sett av politisk orka til at greina og lýsa tørvin á betri vælferðartænastum, eitt nú er nakað, sum greitt bendir á, at tørvur er á uppraðfestingum í sjúkrahúsverkinum, serliga á Landssjúkrahúsinum.

Deildir verða lagdar saman við sama starvsfólkahópi, men hetta merkir, at sama tal av starvsfólkum skal ansa og røkta alt fleiri sjúklingar. Harafturat eru arbeiðstíðirnar so ólagaligar mótvegis ungu kvinnunum, at tær halda seg aftur at arbeiða á sjúkrahúsi, tá tær hava familju og børn. Harafturat eru tað nøkur, sum ikki eingang fáa fulla starvstíð.

Læknafelagið hevur sagt alment, at ein dagføring av ymsu funktiónunum og viðgerðarøkjunum á Landssjúkrahúsinum fer at kostað einar 300 mió.kr. – samanborið við støðið í eitt nú grannlondunum vit vanliga samanbera okkum við.

Sostatt vantar arbeiðstilfeingi, fakligur førleiki og fleksibilitetur til at tryggja eitt nøktandi støði.

Okkum vantar eitt slag av einari heilsunýskipan, sum í mestan mun er fakliga grundað.

Okkum vantar á heilsuøkinum eina politiska strategiætlan við visjónum, málum og handlingsætlanum.

Sterkur samfelagsbúskapur
Treytin fyri, at alt hetta kann lata seg gera at menna okkara vælferðarsamfelag og heilsuverk, er sjálvandi ein sterkur samfelagsbúskapur.

Tí muga vit gera nakrar týðandi raðfestingar á fíggjarlógini og fremja nakrar nýskipanir, sum hava við sær nýggjar og fleiri inntøkur til landskassan. Hesar meirinntøkur eiga at koma frá okkara tilfeingisvinnum, eitt nú fiskivinnuni og alivinnuni. Hetta merkir, at tá tað gongur væl í øllum búskapinum og vinnuni, so eigur hetta sjálvandi at síggjast aftur hjá landskassanum og harvið hjá borgarunum.

Vit eiga eisini at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um at líkastilla londini í Ríkisfelagsskapnum á felagsøkjum, herundir heilsuverk, fólkapensjónir og serforsorg. Vit eiga at tryggja eins livikor.

Hetta setur krøv um at velja eitt komandi løgting við monnum og kvinnum, sum hava bæði dirvi, politiskar royndir og dugnaskap til at taka røttu avgerðirnar, sum kunnu flyta Føroyar fram á leið.

Eg meti, at Sambandsflokkurin hevur brúk fyri mær, og harvið biði eg um tykkara stuðul til løgtingsvalið.

Annfinn Brekkstein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur