Standi við hvørt orð

28. august 2015


Í Stubba í Skúlablaðnum leggur Helena Dam á Neystabø meg undir at lúgva. Hesum fari eg staðiliga afturvísa!


Orsøkin til ógvusligu orðingarnar hjá Helenu standast ivaleyst av teigi í sama blað, har fólkaskúlin verður viðgjørdur. Í hesum teigi nevndi eg, at fólkaskúlin var uppraðfestur eftir fyrstu PISA-kanningarnar. Part av hesu tíðarskeiði var Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna.

Í sama stubba nevni eg, at fíggjarkreppan gjørdi, at tímar seinni vóru tiknir úr aftur skipanini. M.a. vóru miðfyrraðu tímarnir lækkaðir við 2% eftir summarsteðgin 2011 í mun til skúlaárið frammanundan. Hetta var eisini gjørt meðan Helena Dam á Neystabø var landsstýriskvinna.

Harafturat nevni eg, at landsstýriskvinnan arbeiddi við ætlanum um at lækka talið av skúlum, m.a. við tí fyri eyga at reka skúlan fyri eina lægri játtan. Fyri at undirbyggja uppáhaldið kann eg upplýsa, at landsstýriskvinnan legði hesar ætlanir fram í politisku skipanini. Landsstýriskvinnan var eitt nú eisini í Suðuroynni og legði hesar ætlanir fram.

Alt hetta standi eg við!

Helena pellar
Í aftursvarinum, leggur fyrrverandi landsstýriskvinnan afturat, at játtanin í mínari tíð sum landsstýrismaður er hækkað við 13 mió. kr. Her pellar hon. Játtanin til fólkaskúlan er hækkað við knøppum 17 mió. kr., tá játtanin til heima- og sjúkraundirvísing á eina mió kr., sum er flutt Sernámi, er tald við.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur