Ungdómurin skal kunna útbúgva seg í Føroyum

28. august 2015



Vit mugu skapa betri umstøður og møguleikar fyri, at ungdómur okkara kann læra og útbúgva seg í Føroyum. Hetta er einasta loysnin, sum kann forða fyri, at stórur partur av okkara ungdómi fer av landinum í bestu árum í útbúgvingarørindum, uttan at venda aftur til landið eftir lokna útbúgving.

Føroyar hava verið og eru í tí serstøðu, at stórur partur av okkara ungdómi fer av landinum at útbúgva seg, og fleiri av teimum venda ikki aftur eftir lokna útbúgving, tí tey finna sær maka og fáa børn, meðan tey eru í útbúgvingarørindum uttanlands. Hetta er eitt serføroyskt fyribrigdi, sum hevur við sær, at vit koma at mangla fólk í bestu árum í Føroyum.

Hetta kunnu vit gera nakað við. Vit hava góðar møguleikar at betra munandi um umstøðurnar hjá ungdómi okkara til at læra og útbúgva seg í Føroyum. Vit hava góðar og væl útbygdar lærustovnar, og nýggja samskiftistøknin letur upp fyri at útbúgva seg og virka tvørtur um landamørk, líka mikið hvar tú býrt.

Vit eiga tí at bjóða ungdómi okkara tilboð um lærupláss og útbúgvingar, so tíðliga sum gjørligt, áðrenn tey verða noydd at leita sær eftir tilboðum í øðrum londum. Her hugsi eg ikki minst um handverkara útbúgvingar og yrkisligar útbúgvingar av alskyns slag.

Vit hava ofta lyndi til at gloyma miðal longu útbúgvingarnar, hóast hesar hava størst týdning í menningini av virkseminum í samfelagnum. Tí skulu vit ráðføra okkum við vinnuna, áðrenn vit seta útbúgvingartilboðini til føroyska ungdómin saman, soleiðis at vit kunnu skapa heildarloysnir við útbúgvingum og yrkis møguleikum eftir lokna útbúgving.

Hetta eru nøkur av mínum hjartamálum, sum eg fari at arbeiða fyri, um eg verði valdur í Løgtingi tann 1. september.

Vinjard Johansen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur