Uppraðfesta tær heitu arbeiðshendurnar

28. august 2015



Runt um í okkara landi eru nógvar heitar hendur til arbeiðis hvønn dag innan nógv ymisk øki, sum taka sær sera væl av okkum, sum her búgva.

Tyngri arbeiðsbyrðu
Ofta vísir tað seg, at tær heitu hendurnar í umsorgan, røkt og ansing fáa tyngri og tyngri arbeiðsbyrðu, ímeðan umsitingin rundan um fær alt størri rúmd.

Tann dag tær heitur arbeiðshendurnar ikki orka meira, tá nyttar lítið við góðari og flottari umsiting.

Hettar ger seg galdandi innan okkara heilsu-, almanna- og skúlaverk.

Styrkja tær heitu hendurnar
Latið okkum miðvíst upprafesta tær heitu hendurnar til stórt gagn fyri øll, sum hava brúk fyri einari almennari tænastu.

Hettar er og verður eitt av mínum stóru hjartamálum.

Eg fari inniliga at heita á teg um at fara á val og geva mær tygara stuðul, so eg framhaldandi kann hava ávirkan á Løgtingi.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur