Skal politiska skipanin stýra fiskivinnuni?

28. august 2015



Fiskivinnan nærkast einum vegamóti, ið er 2018, har støða skal takast til, hvussu vit skipa eina nýggja fiskivinnuskipan. Avbjóðingin bæði fyri vinnuna og politisku skipanina eru stórar, og út frá orðaskiftinum er einki, sum týður uppá, at nøkur einføld loysn er at hóma.

Orðaskifti hevur verið um hetta mál í eitt heilt valskeið, og hevur orðaskiftið tikið útgangsstøðið í, hvussu loyvi skulu útlutast og nøgdin av uppsjóvarfiski, sum vit tillutaðu okkum, og sum vit síðan hava fingið semju um.

Uppsjóvarvinnan klárar seg tíbetur væl, og hevur givið eitt munagott íkast til føroyska búskapin, og hevur verið meira áhugaverd at kjakast um, hvussu vit í framtíðini skulu skipa henda fiskiskap.

Hinvegin hava vit havt heimaflotan, sum hevur havt tað tungt leingi og sum í fleiri ár hevur havt reyð tøl á botnlinjuni.

Tað er tann parturin av vinnuni, sum fyrst og fremst krevur eina loysn. Í stuttum er spurningurin um, hvat vit vilja við fiskivinnuni og hví vit vilja tað?

Hvørjar skipanir skulu vit hava, skulu vit hálsa um ella skulu vit varðveita verandi skipanir?

Fyri at gera okkum tankar um støðuna mugu vit staðfesta, hvørjar veruligu avbjóðingarnar eru, áðrenn vit kunnu koma við loysnum. Á fleiri økjum er eingin trupulleiki at finna tað breiðu semjuna, meðan onnur øki krevja politiskt dirvi, sum vit higartil ikki hava havt.

Í 2012 legði landsstýrismaðurin í fiksivinnumálum eina frágreiðing fram um fiskivinnunýskipan ella dagføringar av lógini um vinnuligan fiskiskap, og var eitt aðalorðaskifti um hesa frágreiðing. Brúka vit ta frágreiðingina sum grundarlag, kunnu vit royna at fáa ein og ein spurv í hondina, heldur enn at tosa um allar, ið eru á takinum. Higartil verður við hendur í lumma hugt eftir teimum, sum standa á takinum.

Vit eru øll samd um, at vinnan skal hava tryggar karmar at virka innanfyri, men vit mugu flyta okkum fram á leið. Lógin um vinnuligan fiskiskap er 20 ára gomul og krevur grundleggjandi ábøtur, ongantíð meira neyðugt enn júst nú.

Hugsjónarligir ójavnar, privat og lokal áhugamál eru ein forðing, men sum fólkavald er tað okkara skylda at tryggja, at vit fáa sum mest burtur úr høvuðsvinnuni.

Í dag er býtið av fiskirættindum stýrt politiskt umsitingarliga, undantikið í 2011, tá vit royndi eina upposølu, ið eftir umstøðnum eydnaðist væl.

Tí er spurningurin um politiska skipanin skal stýra vinnuni, og á hvørjum ári skal taka støðu til, hvussu nógvir fiskidagar skulu verða í einum fiskiári. Henda skipan tekur meira hædd fyri teimum politisku áhugamálunum, heldur enn teimum lívfrøðuligu tilmælunum.

Tí henda spurning: skal politiska skipanin smálutastýra fiskivinnuni?

Eivin H Jacobsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur