Neyðugt við einum húsapolitikki

28. august 2015



Vit eiga at orða ein húsapolitik um, hvør kann keypa hús í Føroym, og um ein útlendingur keypir fasta ogn, hvørjar eru so treytirnar.

Sum tað er i dag, so er tað ongin forðing fyri, at ein japanari, amerikanari ella dani kann keypa eina heila bygd upp, um bara tey, sum eiga eru til reiðar at selja.

Haldi tað átti veri soleiðis, at um fremmandafólk ynskja at keypa fasta ogn herheima, og ikki eru búsitandi her, so eiga tey at gjalda eitt slag av ognarskatti til t.d. ta kommunu, har ognin er (fleksbolig).

Hesin peningur kundi veri við til at fíggja kommunalar leiguíbúðir, sum í fyrsta umfari skulu leigast út til lesandi, støk, einligar forsyrgjarar og til tey lágløntu.

Haldi eisini, at tað vildi veri gott, um tey hús, sum standa tóm vórðu leigaði út. Tað finnast ongi hagtøl yvir útlendingar, sum eiga fastogn í Føroyum og heldur ikki yvir hús, sum standa tóm.

Men eitt er vist, at tað er trist at síggja hús standa myrk og tóm, ímeðan onnur noyðast at liggja á berajól.

Petra Iversen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur