Norðurlendski sáttmálin um útbúgvingar gevur onga trygd

29. august 2015



Eg havi hoyrt fleiri nevnt í valstríðnum, at ríkisfelagsskapurin gevur okkum einki á útbúgvingarøkinum. Tey vísa á norðurlendska sáttmálan, sum gevur føroyskum lesandi sama rætt í øllum Norðurlondum, sum ríkisfelagsskapurin gevur teimum í Danmark.

Rætt er tað, at ein sáttmáli varð gjørdur í 1996, sum gevur lesandi atgongd til víðari útbúgvingar í øðrum Norðurlondum. Hendan sáttmálan skulu vit sjálvsagt brúka, tí hann er góður fyri okkara lesandi. Men hann kann á ongan hátt samanberast við rættindini í ríkisfelagsskapinum.

Mugu gjalda sjálvi
Meðan útbúgvingarnar í Danmark eru ókeypis fyri føroyingar, so sigur norðurlendski sáttmálin, at londini mugu gjalda fyri tey lesandi. Sáttmálin sigur í Artikel 7: ”Danmark, Finland, Noreg og Sverige betaler hvert kalenderår godtgørelse til studielandet for deres studerende i et andet nordisk land.”

Ísland hevur higartil fingið undantak frá hesi reglu, kanska orsaka av, at íslendingar sum lesa í øðrum Norðurlondum, eru so fáir. Og so verður sagt, at tá Ísland sleppur undan at gjalda, so høvdu Føroyar sum fullveldi eisini sloppið undan. Ja møguliga høvdu vit tað, men hesum hava vit onga trygd fyri.

Sáttmálin gongur út á nýggjárinum
Umframt hesa nevndu óvissuna, so stendur eisini í norðurlendska sáttmálanum: ”Overenskomsten skal gælde til udgangen af 2015, såfremt andet ikke forinden aftales.” Tað vil siga, at vit vita ikki við vissu, um sáttmálin framvegis verður til aftaná nýggjár, og um hann framvegis verður til tá, so stendur í Artikel 11, at øll londini alla tíðina hava rætt at siga sáttmálan upp.

Sjálvandi skulu vit fegnast um norðurlendska sáttmálan, men at frásiga ungdóminum rættindini í ríkisfelagsskapinum við einum slíkum sáttmála sum ”trygd”, tað er at ”spæla hasard” við ungdóminum.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur