Ein skattalætti til tey lágløntu er neyðugur

29. august 2015



Vit kunnu øll gleðast um, at skattatrýstið varð lækkað í farna valskeiði - hetta var neyðugt, fyri at fáa samfelagshjólini at mala skjótari.

Tað skal altíð loysa seg at arbeiða. Hetta eydnaðist eisini sera væl og eru flest samd um, at hetta var sera neyðugt.

Eg føldi tó, at tey lágløntu í okkara samfelag blivu gloymd og tað mugu vit nú gera nakað við.

Hetta verður ein samráðing millum landið øðrumegin og kommunurnar hinumegin. Ein avtala kundi t.d. verði gjørd um, at kommunurnar fáa loyvið at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum og landi kompenserar við eini upphædd til kommunurnar.


Ein skattalætti til láglønt, kundi eisini lætt um hjá teimum, sum bara fáa eina lærlingaløn.


Hetta er nakað, sum eg vil kempa fyri.

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur