Allar inntøkur stóran týdning, eisini tær frá útlandinum

30. august 2015



Føroyska arbeiðsmegin uttanlands er sett saman av ymiskum bólkum, teir eru :

• Arbeiðsfólk á landi uttanlands
• Fólk í FAS skipan (Føroyska Altjóða Skipaskránni)
• Fólk í DIS skipan (Dansk International Skipsregister)
• Fólk í øðrum skipanum, td. NIS, NOR, DAS v.m.
• Sjófólk í Grønlandi
• Sjófólk í øðrum londum enn Grønland

Ymiskar skattaskipanir at virka undir
Allir hesir bólkar hava ymiskar skattaskipanir at virka undir, sum eru avtalaðar millum tey ymisku londini.

Tal av føroyskari arbeiðsmegi uttanfyri Føroyar
Upp á 10 ár er talið av arbeiðsfólki uttanfyri Føroyar fari úr 1.500 upp í 2.500. Í sama tíðarskeiði er inntøkan hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands økt úr 400 mió.kr. til umleið 1.200 mió.kr.

Samlað inntøkuskapan av uttanlanda arbeiðsinntøkum
Samlað inntøkuskapan av fólki, sum arbeiða uttanlands var í 2012 kr. sambært Hagstovuni omanfyri 2,5 mia.kr. Hettar er 22% av BFI (BFI er BTÚ minus MVG).

Sum tað sæst omanfyri, so er vøksturin sera stórur, bæði í tal av fólki og í uttanlanda inntøkum. Hettar hevur stóran búskaparligan týdning fyri samfelagið og gevur arbeiðsvitan aftur til Føroyar.

Tað er ein stoltleiki, at okkara arbeiðsfólk eru so nógv eftirspurt , bæði í Føroyum og runt alla verðina - tað skulu vit fegnast um.

Eg vil framhaldandi við størstu virðing arbeiða fyri, at okkara arbeiðandi fólk hava góð arbeiðsviðurskifti, bæði í og uttanfyri Føroyar.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur